Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið í luftina á R7 og live á nordlysid.fo

Oliver Joensen

 Í dag klokkan 13 og fram til klokkan 15, sendir Norðlýsið á R7, samstundis royndarsenda vit “live” á okkara heimasíðu, so til ber at lurta á FM 107 eftir sendingini, men eisini ber til at síggja okkum beinleiðis á nordlysid.fo.

Skráin í dag er áhugaverd. Á myndini omanfyri síggja vit Anniku Vágsheyg, ið er leiðari á Búðatrøð, ið er dagtilhaldið fyri minnisveik fólk í Norðoyggjum. Búðatrøð hevur júst fingið nýggjar umstøður at virka undir. Hans Hjalti fer at syngja eina yrking, ið er gjørd til høvið tá innflytingin var.

Katrina í Geil fer at siga nakað um stylistar og arbeiðið innan tað øki. Samtala verður eisini við Poul Havn, ið er í vitjanartænastuni í Klaksvík.

Kristian Eli Zachariasen, virkandi formaður í Nýtt Sjálvstýri fer at greiða frá um fyrireikingarnar til kommunuvalið komandi, og

Dávur Winther fer at siga frá um Torradagarnar, ið vera fyriskipaðir í komandi viku.