Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið í luftini: Beinleiðis á R7 og stroyma her á nordlysid.fo

Oliver Joensen

 Skráin í dag er fjølbroytt, so tað er bara at lurta í dag eftir R7, ella at hyggja her á síðuni, tí vit stroyma sendingina beinleiðis.

Árni Skaale kemur at greiða frá um gulu skótarnir og ikki minst um nýggja Skúvadalshúsið, sum er í gerð og har sjálvboðin skjótt fara eystur í dalin at rigga til.

Amanda Gullaksen saman við onkrum øðrum frá Klaksvíkar Gongufelag kemur á gátt at siga eitt sindur um felagið og um ætlanirnar í summar.

KÍ og ÍF hittast til dyst nú sunnudagin. Fleiri Klaksvíkingar eru í hópinum hjá ÍF og tí hava vit fingið tveir klaksvíkingar at kjakast um fótbólt, nevniliga Jákup Mikkelsen frá ÍF og Thom Jacobsen frá KÍ. Jákup og Thom eru vælkendir innan fótbóltsheimin. Jákup sum ein av Føroya fremstu fótbóltssplarum og Thom sum ein av sterkastu eldsálunum í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Teir kennast væl, serliga frá tíðini, har teir báðir hava verið virknir í KÍ, men sunnudagin hittast teir sum mótstøðumenn, tá ið KÍ fer á vitjan hjá ÍF í Fuglafirði – Thom sum liðleiðari hjá KÍ og Jákup sum hjálparvenjari hjá ÍF.

Til seinast kemur Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur okkara at siga eitt sindur um veðrið um vikuskiftið.

Sendingin kann stroymast her á síðuni og hoyrast á www.r7.fo