Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið nú á Vapp-skipanini hjá Kall

John William Joensen

Nú er møguleiki at lesa útvald tíðini frá Norðlýsinum á vapp skipanini hjá Kall. Dagliga verða tíðini løgd út á skipanina.

Sostatt kunnu kundar hjá Kall, ið eru íbundnir vapp skipanina, møguleika at lesa og síggja myndir frá einasta lokalblaðnum í Føroyum.

Hvat er vapp?
Kall Vapp er nýggjasta fartelefon-tænastan frá Kalli. Tænastan er ein hentur savningarstaður við góðum slóðum, ið tú kanst nýta við fartelefonini. Umframt Norðlýsið kanst tú eisini lesa aðrar miðlar á skipanini. Tú kanst t.d. tú fylgja við flogferðsluni, sláa upp í telefonlista, lesa Kallnet-post og kanna alskyns útvarps- og sjónvarpsskráir. Harumframt er møguleiki at hoyra tíðini frá HM í fótbólti. Við Kall Vapp í hond er alt í nánd verður sagt á kall.fo. Undir HM er Kall Vapp hvønn dag á tremur við feskum, føroyskum tíðindum um tað, sum hendir í HM-vertslandinum.
Um tú ætlar tær at vitja tænastuna hjá Kall, skalt tú á netkagaranum á fartelduni fara inná. vapp.kall.fo. Ávísar tænastur eru bert fyri kundar hjá Kall.
Fram til 1. juli kosta 100 kilobýt 1 krónu og 28 oyru. Á heimasíðuni hjá Kall, verður hetta dømið givið: ein tíðindasíða er umleið 1 kilobýt og kostar stívliga 1 oyra. Ein mynd er umleið 3 kilobýt og kostar okkurt um 4 oyru. Ein ringitóni er umleið 100 kilobýt og kostar sostatt okkurt um 1 krónu og 28 oyru.