Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið og Heðin Mortensen

John William Joensen

Tað var ein ikki sørt misnøgdur borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu – sum ringdi til Norðlýsið í morgun.

– Eg havi varhuga av at greinar og svar frá mær ikki sleppa í blaði og tað skilji eg ikki – segði Heðin Mortensen í telefonini í morgun. 

(RED.) Vit á Norðlýsinum skulu hervið biðja um umbering – um politikarar kenna seg at vera síðusettar. Men tað er rættuliga nógv politiskt tilfar, sum kemur til okkum í hesum døgum og vit royna at taka tað nýggasta við – áðrenn tað hevur verið í øðrum fjølmiðlum. Borgarstjórin í Havn skilti hetta men helt tó at hann alt ov ofta var við sviði soð. 

Men nakrar rósur komu eisini frá borgarstjóranum sum viðgekk at eitt tað fyrsta hann gjørdi um morgunin – tá hann møtti til arbeiðis var at hyggja inn á heimasíðuna hjá Norðlýsinum, sum hann helt vera áhugaverda.

Borgarstjóri fyri skotum
At borgarstjórin í morgun hevði hug at bíta eitt sindur frá sær – er kanska ikki løgði – tí Tórshavnar Kommuna hevur rættuliga staði fyri skotum – nú fíggjarlógin er til viðgerðar í tinginum.
Tinglimir skiftast um at skjóta eftir Tórshavnar Kommunu fyri at brúka ov nógvar pengar og seinasta skotið kom frá fyrrvernadi borgarstjóranum í Havn, Lisbet L. Petersen, sum kallaði kommuna fyri ábyrgdarleysa. 

Men borgatsjórin í Havn er ikki samdur í hesum. 

– Fyrst og fremst má eg siga at búskaparfrøðingar eru ikki á einum máli um at búskapurin er upphitaður. 

– Hann er heitur á nøkrum økjum men eg haldi tað vera skeivt at fokusera uppá íløgurnar hjá Tórshavnar Kommunu. 

– Vøksturin, sum er um 100 milliónir, stavar fyrst og fremst frá íløgum sum vit eru áløgd av løgtinginum at gera. 

– Vit skulu gera íløgur í nýggjan skúla – eldrarøkt og mangt annað sum hevur sera stóran týdning. 

– Bara skúlin sum vit byggja uppi í Hoyvíkshaganum kostar einar 150 milliónir. 

– 20 milliónir eru settar av til skúlan úti á Argjum og 15 milliónir til ellisheim.
– Hettar eru alt uppgávur sum vit hava yvirtikið frá landinum og sum landið hevur forsømt. 

– Hetta veit Lisbet L. Petersen væl – tí hon hevur sjálv sæð hvussu landið hevur vannrøkt sínar skyldur í kommununi. 

– Heilsurøktin í kommununi er út av lagið vánalig og eisini her fara vit at brúka nógvan pening.

Nær er góða løtan
Borgarstjórin skilir ikki logikkin aftan fyri útsøgnirnar hjá landspolitikarunum. 

– Eg má spyrja um nær kommunan kann gera íløgur um hon ikki skal gera tær í góðum tíðum. 

– Vit hava nevnuliga ikki loyvi til at spara pening upp og leggja hann til síðus – tí Kommunan hevur ikki loyvi til at eiga pening. 

– Tí er tað beinleiðis skeift, tá sagt verður at kommunurnar eiga at halda aftur í góðum tíðum. Vit hava tó víst á at vit áttu at sett á stovn kommunalar grunnar, men hetta er ikki loyvt undir verandi lóggávu.

Vilja hava meira ábyrgd
Borgarstjórin í Havn vil gjarna yvirtaka frá landinum. 

– Kommunurnar, sum eru limir í Kommunusamskipan, hava einki ímóti at yvirtaka fleiri økir frá landinum. Tosað hevur verið um eldrarøktina og Fólkaskúlan – og eg trúgvi at vit neyvan fara at síggja veruliga menning á hesum økjunum fyrr enn kommunurnar fáa ábyrgd av hesum. 

– Vit hava trupuleikarnar av hesum økjunum dagliga tætt inn at kroppinum – men fáa lítið og einki gjørt so leingi landið hevur ábyrgdina. 

– Nógv verður í hesum tíðum tosað um størri kommunalar eindir, men enn er so einki at síggja til hetta frá landspolitiskari síðu. Teir tosað – men einki hendir – og tí er tað ov lætt sloppið at kasta steinar eftir høvuðsstaðnum.