Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið skipar fyri túri til London

Oliver Joensen

Í døgunum 30. juli til 3. august skipar Norðlýsið saman við Atlantic Airways og Alex Sólstein sum ferðaleiðara, fyri spennandi bólkatúri til London

Bussur tekur ímóti okkum í Standsted floghavnini í London og koyrir beinleiðis til “London Eye”, har vit upplivað London úr 130 metra hædd. Síðani verið farið stuttan rundtúr í miðbýnum í London.

Næsta dagin verður vitjað ymsa staðir í London.
Allur dagurin er tætt pakkaður við upplivingum har vit vitja kendastu støðini í London.
Um kvøldið verður fari verður til ein kendan Musical á
Prince of Wales Theatre.

Triðja dagin fara vit til stórsta keypsskálan í Evropa – Bluewater .

Fjóðri og seinasti dagurin í London er frídagur.

Kostnaður
Kostnaðurin er kr. 6.900,-
Eyka fyri einkultkamar 1355,-

Við í prísinum er flogferðaseðil, Hotell, morgunmatur, busstúrar, atgongumerkir til London Eye og Musical.

Harafturat er døgurði um kvøldið íroknaður fyri dag 1 og dag 2.

Avmarkað luttøka
Tey ynskja at koma við til London kunnu tekna seg á Norðlýsinum, telefon 456285 í vanligari arbeiðstíð.