Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið stroymir politiska nevaleikin

Jóhann Lutzen

Til ber at fylgja við fiskivinnutinginum í Miðhøllini á Skúlatrøð á heimasíðu okkara nordlysid.fo í annaðkvøld

Til ber at fylgja við fiskivinnutinginum í Miðhøllini á Skúlatrøð á heimasíðu okkara nordlysid.fo í annaðkvøld

Tað verður politiskur háspenningur á Skúlatrøð í annaðkvøld. Sum vanligt verður Miðhøllin væntandi stúgvandi full av fólki. Men fólk nýtast ikki at stúra fyri ikki at sleppa inn, tí Norðlýsið fer at stroyma á heimasíðuni nordlysid.fo

Politisku floksformennirnir fara at kjakast um fiskivinnunýskipanina, umframt at fólk í salinum kunnu seta spurningar. Vertur verður Jón Brian Hvidtfelt.

Fundurin byrjar kl. 19 í annaðkvøld og tá kunnu fólk trýsta á eitt leinki á nordlysid.fo og harvið síggja áhugverda fundin.