Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið tekur heimasíðuna í stórum álvara

John William Joensen

Á heimasíðuni hjá nordlysid.fo er eitt opið kjaktorg har fólk kunnu skrivað um øll lívsíns viðurskifti, og hendan skipanin virkar væl

Redaktiónin avgjørdi at hetta kjaktorgið skuldi vera so opið sum gjørligt, og at fólk skuldu hava loyvi til at skrivað tað tey vildu og undir dulnevnið um neyðugt.
Men samstundis sum hesar liberalu reglurnar eru galdandi hjá Norðlýsinum so hevur redaktiónin neyvt eftirlit við tí sum verður skrivað og tá farið verður um rímulig mørk eru fleiri møguleikar.

Eftirlitið
Redaktiónin kann rætta og sletta innlegg og tað verður eisini gjørt dagliga, og umframt hetta so skal redaktiónin eisini góðkenna innlegg. Hetta er ikki galdandi fyri brúkarar sum eru tilmeldaðir og sum tí hava fingið loyvi til at skrivað beinleiðis í tjaktorgið.
Umframt omanfyri nevndu møguleikar kann redaktiónin til einhvørja tíð, saman við teknisku veitarunum frá Dynamic Paper, finna framm til hvør tað er sum hevur skrivað eitt ávíst innlegg.

Kjaktorgið misnýtt
Í seinastu viku bórust so tíðindini um leikaraloyvini  hjá KÍ í nógv umtalaða dystinum móti Fram. Og sum vanligt tá slík tíðindi berast verður dúgliga kjakast á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.
M.a. kom eitt innlegg frá formanninum í Fram, Anfinn Leivsson Hansen, har hann undir yvirskriftini; FRAM skal víðari, skrivar at tað ikki er nøktandi at kappingarnevdin hjá FSF bert gevur KÍ eina nøs.
Redaktiónin helt at innleggið var viðkomandi og tí ringdu vit nakað seinri til formannin í fram at fáa fleiri viðmerkingar frá honum.
Anfinn Leivsson Hansen, heldur fyrst at talan er um eina aprílsøgu, og sigur seg als ikki hava skrivað nakað innlegg í kjaktorgið hjá Norðlýsinum.
Ei heldur dugur hann at síggja nakra meining í at FRAM kemur víðari. Hetta skrivað vit so á heimasíðuna og samstundis seta vit eina kanning í verk tí tað var mett at vera sera óheppið at onkur royndi at skriva innlegg undir navninum hjá ørðum.

Kanning sett í verk
Skjótt var funnið fram til IP adressuna, tvs. telduna sum viðkomandi hevði brúkt. Talan var um ein almennan stovn og eftir at hava tosað við stovnin varð greitt at tann sum hevði skrivað innleggið var eingin annar enn sjálvur formaðurin í FRAM, Anfinn Leivsson Hansen, sum annars staðiliga hevði nokta fyri at hava skrivað innleggið.
Norðlýsið fer annars ikki at gera meiri við málið tí vit meta tað vera nøktandi at skipanin við heimasíðuni virkar soleiðis at vit til einhvørja tíð kunnu finna fram til hvør tað er sum skrivar í kjaktorginum.

Niðanfyri endurprenta vit nógv umtalaða innleggið sum var í kjaktorginum á heimasíðuni hjá Norðlýsinum og sum formaðurin í FRAM segði seg ikki hava skrivað.

Navn: Anfinn Leivsson Hansen. Dagur: 30. Mar. 2005 kl. 13:48.
Yvirskrift: FRAM skal víðari
Eg eri samdur í tí "Ein undrandi" sigur um dystin millum FRAM – KÍ.
FSF hevur innført eina lóg, har allir leikarar ið spæla fótbólt í Føroyum, skulu hava eitt loyvisbræv og hendan lóg fevnir líka nógv fyri ein 1. deildarleikara sum ein smádreingjaleikara – og so kann tað vera líka mikið um man hevur gjørt sáttmála við hesar leikarar í november/desember !
Eg rokni sjálvur við, at hetta er nakað øll feløg taka í álvara – tíðanverri hevur KÍ verið sløvir hesum viðvíkjandi – og um kappingarnevndin bert gevur KÍ eina nøs fyri hetta, kann hetta koma FSF aftur um brekku !
Vinarligast
Anfinn Leivsson Hansen
Formaður í FRAM

Viðmerking: HENDAN VIÐMERKINGIN ER IKKI SKRIVAÐ AV FORMANNINUM í FRAM (sambart honum sjálvum), men vit lata hana standa á netinum (av tekniskum orðsøkum) til vit hava funnið út av hvør hevur skrivað hana. JWJ

Kanningin staðfesti tó sum sagt at tað var Anfinn Leivsson Hansen sum átti orðini.