Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið tippar steypafinalurnar

Jákup Ósá

Fleiri av steypafinalunum síggja rættuliga tættar út, meðan summar hava stór favorittar.

Fríggjakvøldið:

U17 gentur: KÍ-Víkingur

Hetta er ein av teimum truplu dystunum. Liðini spældu javnt í Klaksvík beint áðrenn summarsteðgin og liggja lið um lið í landskappingini. KÍ genturnar hava tó meira royndir frá steypafinalum undanfarnu ár og tað kann kom at gera munin. Ein tættur dystur, ið koppar til KÍ. Tipping: KÍ vinnur


U18 dreingir: KÍ-EBS/Skála

Her kann KÍ ikki tosa seg frá, at vera greiður favorittur. KÍ vann 10-0 í Klaksvík fyrr í ár, men munurin verður neyvan so stórur. EB/Streymur var eisini í steypafinaluni í fjør, tá teir taptu tepurt móti B36. Tær royndirnar koma væl við nú hjá teimum, ið framvegis eru við. Skal EBS/Skála hava nakran kjans, so skulu teir raka ein av sínum bestu døgum, meðan KÍ skal undirmeta og spæla undir evnir. Tipping: KÍ vinnur

Leygardagin:


U14 gentur: B68/NSÍ-KÍ

Tá liðini møttust fyrr í ár vann KÍ heili 8-0. Í landskappingini er eisini stórur munur á báðum liðunum, har KÍ hevur fult stigatal, meðan B68/NSÍ er millum tey aftaru liðini. B68/NSÍ hevur tó fyrr í steypakappingini vunnið 3-0 móti HB, ið er eitt av toppliðunum, so hesin dysturin kann fara at blíva javnari enn stigatalvan sigur. Men Norðlýsið tippar enn eitt steyp til Klaksvíkar. Tipping: KÍ vinnur


U14 dreingir: HB-NSÍ

Í landskappingini hevur NSÍ munin, men eru bara eitt stig frammanfyri við einum dysti færri. NSÍ hevur tað betri verjuna, meðan HB skorar fleiri mál. Norðlýsið hevur ikki sæð nógvar dystir við hesum liðum, men útfrá úrslitum í ár, so verður talan um ein sera tættan og spennandi dyst. Eftir sum dysturin verður leiktur í Havn, so kann tað kanska gera avgerandi munin. Tipping: HB vinnur


U16 dreingir: HB-NSÍ

HB er greitt á odda hjá U16 í landskappingini og hevur eisini vunnið báðar dystirnar móti NSÍ í ár. Men alt hetta skal takast við fyrivarni, tí NSÍ hevur helst eitt heilt annað lið í steypafinaluni í ár enn tað liðið, ið hevur leikt í landskappingini hjá U16. Tí ein stórur partur av U18 liðinum hjá NSÍ, ið liggur til at vinna FM har, hevur aldur at leika við U16 og vera uttan iva á liðinum hesaferð. Tí kemur hesin dysturin at vera nógv meira spennandi enn úrslitini í U16 benda á í ár. Hesin dysturin kann gott fara út í longda leiktíð og brotssparkskapping, men aftur her kann tað telja til fyrimun hjá HB, at dysturin verður leiktur í Gundadali. Tipping: HB vinnur

1.deild kvinnur: KÍ-ÍF

Her má KÍ metast sum risa favorittur. Tær eru langt frammanfyri í landskappingini og hava síðani 1996 verið í steypafinaluni á hvørjum ári burtursæð frá eina árinum. Tær vunnu seinastavikuskiftið heili 12-0 í Klaksvík móti ÍF og fyrr í ár 9-1 í Fuglafirði mótiÍF. Tað skal eitt undur til, um vinnaraliðið í Klaksvík ikki enn einaferð feravstað við sigrinum. Tipping: KÍ vinnur


Løgmanssteypið: EB/Streymur-Víkingur

Kanska truplasti dysturin at tippa er tann størsti av teimum, nemliga finalan í kappingini um løgmanssteypið. Dystirnir millum liðini hava verið rættuliga javnir seinnu árini, har Víkingur kanska hevur havt munin samanlagt. Í ár hevur Víkingur 4 stig í tveimum dystum móti EB/Streymi og í fjør vann Víkingur steypafinaluna uppá brotssparkskapping. Formkurvan er eisini munandi betri hjá Víkingi, meðan EB/Streymur hevur royndirnar frá steypafinalum og skal hevna tapið í fjør. EB/Streymur skal vanliga hava fáar mál møguleikar fyri at skora mál. Hyggur ein eftir dygdunum á liðunum, so stendur EB/Streymur einki aftanfyri, sum stigatalvan í landskappingini eisini vísir. Tipping: Javnleikur har Víkingur vinnur uppá brotsparkskapping.