Síggi í kvøld, at Norðlýsið, undir yvirskriftini “Bjarni Djurholm ein dýrur drongur”, sigur, at meirnýtslan hjá mær var 165 mio kr.
Hetta er púrasta burturvið. Veruleikin er ein heilt annar. Sí viðhefta yvirlit.
Tvørturímóti, so vóru flestu árini, har eg var landsstýrismaður einki yvirtrekk, men ístaðin minninýtsla. Tí sendi eg Norðlýsinum yvirlit yvir nýtsluna hjá Vinnumálaráðnum frá 2004 til 2009. Yvirlitið er úr Búskaparskipan Landsins og eru tey grannskoðaðu tølini, sum Løgtingið síðani ár eftir ár hevur góðtikið.
Tølini í yvirlitinum er uppsett soleiðis, at ikki seld aktiv (bygningar o.a.) og lán ikki verða bókað sum yvirnýtsla. Aktivini/lán eru m.a oljutangarnir í Sørvági/Søldarfirði og posthúsbygningurin á Argjum umframt lánið er til Framtaksgrunnin. Ella sagt øðrvísi, tølini vísa hvussu útreiðslurnar hjá Vinnumálaráðnum samsvara við tær av Løgtinginum játtaðu upphæddirnar.
Í uppgerðini frá Fíggjarmálaráðnum eru, sum skilst, eisini ikki framdar einskiljingar í tí árinum, sum tær áttu at hava givið landskassanum inntøkur. T.d. var einskiljingin av Atlantsflogi útsett eitt ár orsakað av vanlukkuni í Stord. Í tí sambandinum eru manglandi inntøkurnar tað árið bókaðar sum meirnýtsla!? Tað er púra meiningaleyst og gevur heilt skeiva mynd av stýringini av nýtsluni í Vinnumálaráðnum.
Viðheftu tølini vísa hvussu raksturin hevur verið í mun til játtanina – sum sagt, tey árliga grannskoðaðu tølini (játtaðar kr í mun til brúktar). Yvirlitið er gjørt av Vinnumálaráðnum eftir Búskaparskipan Landsins eftir umbøn frá mær.
Sum sæst, so er einki samband millum talvuna av nýtsluni í Vinnumálaráðnum í Sosialinum í vikuni, og so staðfestu grannskoðaðu rakstrarnýtsluna. Hinvegin, so hevur VMR á hvørjum ári minni nýtslu enn játtað.
Niðastu tølini eru sett upp í litum fyri at gera munin heilt greiðan.
Vónandi kann Norðlýsið bera hesa rættting fram á heimasíðuni. Sendi tað sama til Sosialin og bað um, at rættingin kom í blaðið, men har kom so einki, hóast blaðið hevur borið skeivu tíðindini.
Tølini
Vit biðja Bjarna og lesararnar halda okkum til góða at tølini ikki koma fyrr enn nú:
Í fyrra postinum eg sendi í gjárkvøldið var viðheft excel-rokniark. Tað var kanska trupult at leggja út á tykkara heimasíðu, so eg havi tikið høvuðstølini burturúr, og síggja tey soleiðis út:
Samlað løgtingsjáttan 2004: 381 mio kr Nýtslan (roknskapartøl) 2004: 373,5 mio kr Minninýtsla 2004: 7,5 mio kr
Samlað løgtingsjáttan 2005: 380 mio kr Nýtslan (roknskapartøl) 2005: 368,0 mio kr Minninýtsla 2005: 12 mio kr
Samlað løgtingsjáttan 2006: 426 mio kr Nýtslan (roknskapartøl) 2006: 415,0 mio kr Minninýtsla 2006: 11 mio kr
Samlað løgtingsjáttan 2007: 445 mio kr Nýtslan (roknskapartøl) 2007: 397,0 mio kr Minninýtsla 2007: 48 mio kr
Samlað løgtingsjáttan 2008: 335 mio kr Nýtslan (roknskapartøl) 2008: 334,0 mio kr Minninýtsla 2008: 1 mio kr
Samlað løgtingsjáttan 2009: 301 mio kr
Tølini eru úr Búskaparskipan Landsins (viðhefta skjalið í fyrra postinum) og samsvara við grannskoðaðu roknskapirnar ár fyri ár, sum eru staðfestir av Løgtinginum. Tølini er rundað.




