AB hevur ongan dyst vunnið enn, men hevur framvegis møguleika at yvirliva í Effodeildini.
AB hevur ongan dyst vunnið enn, men hevur framvegis møguleika at yvirliva í Effodeildini.
Um AB í 2015
At AB kundi enda í niðurflytingarstríðnum var ikki óhugsandi áðrenn kappingina. Tí liðið er framvegis millum tey óroyndu í deildini, og hevur ikki siðvenju fyri at liggja millum ovaru liðini. Í hópinum er ofta stór útskifting hvørt ár og tað ger, at tað verður trupult at fáa støðug avrik. Serliga tá lyklaleikarar fara burturav. AB spældi bara javnleikir fyrsta partin av kappingini og tað gevur ov lítið á stigatalvuni. Tí endaði AB skjótt í botnstríðnum og við tí fylgja ofta nógv viðurskiftir, ið ávirka skeiva vegin. Beint áðrenn summarsteðgin skifti AB venjara. Í sínum fyrstu trimum dystum fekk Sámal Erik Hentze ikki vent gongdini, men AB hevur enn møguleikan at yvirliva, tí 5 stig eru upp og AB hevur nógvar lykladystir a heimavølli.
Karakter: 3 (av 10 møguligum)
Tá AB ikki hevur vunnið nakran dyst, so burdi karakterurin av røttum verið sera vánaligur. Tað er hann partvís eisini, men tað sum trekkir AB uppá 3 er, at liðið hóast alt ikki hevur tapt størra helmingin av dystunum. Og harafturat er tað næstan ikki komið fyri, at AB er blivi avsmurt, sum t.d. EB/Streymur ofta er blivið. Í flestu førum hevur talan verið um javnar dystir, har AB hevur verið annað liðið. Tað er ikki so nógv, sum manglar í til at koppa fleiri dystum hjá AB.
Liggja í løtuni: Nummar 9
Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 7
Norðlýsið tippar nú: Nummar 8
Hóast AB framvegis ikki hevur vunnið nakran dyst, so gera teir 9 javnleikirnir hóast alt, at liðið framvegis hevur møguleika at yvirliva. AB hevur eisini væl sterkari hóp til seinastu 10 dystirnar, og tað fer at hjálpa. Samstundis hevur liðið ein venjara, sum telist millum landsins bestu og sum fyrr hevur verið í líknandi støðu (kappingarárið 2013). Skráin er eisini við AB, tí úti á Argjum vera lykladystirnir leiktir, har tað serliga móti TB, FC Suðuroy og ÍF eigur at vera møguligt at fáa fulla úrtøku. Av útidystunum skal AB helst ikki tapa dystin við Margáir og so skal liðið tvær ferðir vitja í Gundadali, har AB mangan hevur argað havnarfeløgini. Fær Sámal Erik tað at koyra og liðið sleppur nøkunlunda frá skaðum og leikbannum, so kann liðið samla sær eini 12-14 stig saman, og tað verður møguliga nokk til at koma uppum niðurflytingarstrikuna.
Dystir eftir á heimavølli: 6 (NSÍ, Víkingur, TB, FC Suðuroy, ÍF, NSÍ)
Dystir eftir á útivølli: 4 (EB/Streymur, HB, KÍ og B36)
Karakterirnir vera givnir soleiðis:
10: Heimsklassa avrik
9: Framúrskarandi avrik
8: Gott avrik
7: Yvir miðal avrik
6: Miðal avrik
5: Undir miðal avrik
4: Toluligt avrik
3: Vánaligt avrik
2: Sera vánaligt avrik
1: Pínligt avrik




