EB/Streymur fær karakter fyri fyrstu 17 umførini eins og mett verður um, hvar liðið fer at enda.
Hóast fá væntaðu nakað av EB/Streymi, so eru avrik og úrslit als ikki nóg góð, um ein hyggur eftir fyrstu 17 umførunum í ár.
Um EB/Streym í 2015
Fortreytirnar hjá EB/Streymi vóru ikki góðar undan kappingarárinum. Liðið misti nógvar lyklaleikarar og fyri tey flestu var tað greitt, at hetta fór at vera eitt tungt ár hjá liðnum. Tað byrjaði tó væl við góðum avriki móti FM vinnarunum B36 á útivølli og eftir tað vóru fleiri góð avrik á heimavølli, men sigrarnir komu ikki, og tí endaði EB/Streymur beinanvegin í botninum. Sum kappingin gekk, so versnaðu avrikini og nú 17 umfør eru leikt, tala tølini fyri seg. 6 stig og málúrtøkuna 14-49. Liðið hevur 8 stig og eina verri málúrtøku upp til nummar 8, og tað eru 30 stig eftir at spæla um. Tí skal tað ganga sera væl, um EB/Streymur skal yvirliva í deildini. Fyrstu dystirnir eftir summarsteðgin eru heimadystir móti KÍ og AB og geva teir 6 stig, so livir EB/Streyma vónin. Enn er óvist, um EB/Streymur fær styrk í summar, hóast leysasøgur ganga um, at onkur kendur fyrrverandi leikari í felagnum hevur hug at koma ”heim”.
Karakter: 3 (av 10 møguligum)
Hóast fortreytirnar ikki vóru góðar, so er samlaða avrikið hjá EB/Streymi vánaligt, tá vit hugsa um úrslitini. Bara ein sigur og bara 14 skotin mál. Og síðani 5. umfar, so hevur verið langt ímillum, at vit hava fingið eitt nøktandi avrik. Tað er neyðugt hjá leikarunum at lyfta sítt støðið og taka ábyrgd seinastu 10 dystirnar, har 6 vera leiktir á nýggja graslíkinum við Margáir.
Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 9
Norðlýsið tippar nú: Nummar 10
EB/Streymur liggur so ræðuliga illa fyri á stigatalvuni, at tað kann skjótt fara at vera vónleyst at kunna røkka uppum niðurflytingarstrikuna. Skal EB/Streymur yvirliva, so skal heimadysturin móti FC Suðuroy í 23. umfarinum vinnast samstundis sum hinir 9 dystirnir skulu geva í minsta lagi 10 stig. Í mun til FC Suðuroy, so hevur EB/Streymur eina munandi ”lættari” skrá seinastu 10 umførini. Tí kann liðið bjarga sær, men útfrá avrikunum áðrenn summarsteðgin, so er EB/Streymur favorittur at enda millum tey bæði aftastu liðini.
Dystir eftir á heimavølli: 6 (KÍ, AB, B36, FC Suðuroy, Víkingur og TB)
Dystir eftir á útivølli: 4 (ÍF, NSÍ, HB og KÍ)
Karakterirnir vera givnir soleiðis:
10: Heimsklassa avrik
9: Framúrskarandi avrik
8: Gott avrik
7: Yvir miðal avrik
6: Miðal avrik
5: Undir miðal avrik
4: Toluligt avrik
3: Vánaligt avrik
2: Sera vánaligt avrik
1: Pínligt avrik




