FC Suðuroy hevur enn staðið royndina, men tað er ikki vist, at úrtøkan seinastu 10 umførini verður nóg góð til at yvirliva.
Um FC Suðuroy í 2015
Hyggja vit eftir stigatalvuni, so er støðan góð hjá FC Suðuroy. Tí liðið er 5 stig frá niðurflyting, og tískil er málsetningurin rokkin, um kappingin endaði nú. Men FC Suðuroy hevur ”bara” 14 stig, og tað er ikki nógv fyri 17 dystir. Tað sum bjargar liðnum er, at tað í ár higartil hava verið tvey onnur lið, ið tilsamans hava vunnið ein dyst av 34 og liggja tí aftanfyri. Men FC Suðuroy hevur víst góðan moral. Tað á einki út fyrstu umførini, tá leikbann og manglandi leikaraloyvir viðvirkaðu til, at stigini vóru fá. Men síðani hevur FC Suðuroy vunnið fleiri av lykladystunum móti hinum botnliðunum. Stigini kundu verið fleiri, men 8. plássið er nøktandi.
Karakter: 6 (av 10 møguligum)
Málsetningurin er í løtuni rokkin og úrslitini vóru góðkend eftir eina ringa byrjan. Men tað skal havast í huga, at FC Suðuroy hevur spælt 10 av teimum 17 dystunum á heimavølli. 14 stig fyri 17 dystir hevði søguliga sæð sum oftast givið eitt pláss undir niðurflytingarstrikuni, og tí kann ein eisini síggja úrslitini í størri høpi enn bara vit at hyggja eftir stigatalvuni. 14 stig í 17 dystum telur niður uppá karakterin, meðan 8. pláss og eitt gott ”comeback” eftir vánaliga byrjan telur upp.
Liggja í løtuni: Nummar 8
Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 10
Norðlýsið tippar nú: Nummar 9
Stóri trupulleikin hjá FC Suðuroy er, at liðið nærum bara skal spæla útidystir tað, ið eftir er av árinum. Og á útivølli hevur FC Suðuroy bara fingið stig móti ÍF í ár. Tað kundi skjótt hent, at dysturin móti AB á Argjum í 24. umfarinum verður avgerandi. Eisini verður spennandi at síggja, hvat Símun E. Samuelsen kann geva liðnum, nú hann aftur spælir í Vági. Hann hevur lítlan og ongan leiklut spælt á HB liðnum í 2014 og 2015. Trupla skráin og manglandi royndirnar í mun til AB ger, at tað væl kann hugsast, at FC Suðuroy endar undir niðurflytingarstrikuni, tá samanum kemur. Hinvegin er einki at ivast í, at FC Suðuroy kann skaffa sær nógv stig í sínum trimum heimadystum, tí á pappírinum kunnu teir allir geva bæði 1 og 3 stig á rætta degnum.
Dystir eftir á heimavølli: 3 (TB, KÍ og ÍF)
Dystir eftir á útivølli: 7 (HB, B36, NSÍ, EB/Streymur, AB, Víkingur, HB)
Karakterirnir vera givnir soleiðis:
10: Heimsklassa avrik
9: Framúrskarandi avrik
8: Gott avrik
7: Yvir miðal avrik
6: Miðal avrik
5: Undir miðal avrik
4: Toluligt avrik
3: Vánaligt avrik
2: Sera vánaligt avrik
1: Pínligt avrik




