Tá fútin ikki vil rætta hond frá síðu og ikki í minstalagi kannar hvat tað eru fyri fólk sum eru komin til landið at skapa ófrið í samband við grindadráp, verða vit á Norðlýsinum noydd til at fyrihalda okkum til hjálparloysið hjá okkara myndugleikum. Tí kunnu lesarar okkara ikki í summar rokna við at nordlysid.fo fer at fylgja grindarakstrinum og drápinum so leingi føroyskir og danskir myndugleikar lata standa til.

Tí fara vit fyri fyrstuferð í skjótt 100 ára søgu okkara ikki at skriva um grindaboð, dráp og rakstur. Tá drápið er liðugt fara vit sum vanligt at boða frá hvar og nær seðlar koma út.
Hetta er bert ein fráboðan og støða er ikki endaliga tikin enn.