North Atlantic Fish Fair verður í Klaksvík í døgunum 9. til 11. apríl 2013 og í hesum sambandi hevur stjórin á North Atlantic Fish Fair, Áki í Skemmuni, undirskrivað samstarvsavtalu við Jastrid Gullaksen, stjóra í Grafia og John William Joensen, stjóra í Norðlýsinum.
North Atlantic Fish Fair verður í Klaksvík í døgunum 9. til 11. apríl 2013 og í hesum sambandi hevur stjórin á North Atlantic Fish Fair, Áki í Skemmuni, undirskrivað samstarvsavtalu við Jastrid Gullaksen, stjóra í Grafia og John William Joensen, stjóra í Norðlýsinum.
Eftir eina sera væl eydnaða altjóða fiskarrímessu í 2011, hevur Nort Atlantic Fish Fair gjørt nýggja avtalu við Norðlýsið og Grafia og í hesum sambandi bjóða vit lýsarum okkara at verða partur av einum serligum FISH FAIR blaði, sum verður sent í hvørt hús í landinum tann 3. apríl og einum serstøkum Fish Fair faldara, sum verður latin øllum teim túsund vitjandi á North Atlantic Fish Fair í Klaksvík í døgunum 9. til 13. apríl.
North Atlantic Fish Fair verður í Klaksvík í døgunum 9. til 11. apríl 2013 og í hesum sambandi hevur stjórin á North Atlantic Fish Fair, Áki í Skemmuni, undirskrivað samstarvsavtalu við Jastrid Gullaksen, stjóra í Grafia og John William Joensen, stjóra í Norðlýsinum. Við hesi samstarvsavtaluni koma Grafia og Norðlýsið at verða veitarar við m.a. blaðútgávum, messukatalogi, heimasíðu o.a.
– Vit síggja tað sum eina sera spennandi og avbjóðandi uppgávu, sum vit taka í størsta álvara og fegnast um, at Grafia og Norðlýsið enn einaferð verða miðdelpil í samskiftinum á altjóða messuni í Klaksvík í ár.
– Grafia er reklamuvirki við drúgvum royndum innan sniðgeving av kunningar- og marknaðarføringartilfari. Norðlýsið er í dag ein sterkur miðil. Heimasíðan hjá Norðlýsinum er ein av mest vitjaðu heimasíðunum í landinum sambært Gallup. Eisini hava feløgini drúgvar royndir innan blaðútgávu og samskifti.
” Fiskivinnan hevur altíð ligið okkum nær og tí síggja vit hetta sum eina nátúrliga menning av virkisøki okkara,” staðfesta Jastrid Gullaksen og John William Joensen.
Áki í Skemmuni, stjóri í North Atlatnic Fish Fair fegnast um avtaluna og sigur, at fyrireikingararbeiðið til stóru altjóða fiskarímessuna eru komnar væl áleiðis og higartil hava omanfyri 80 fyritøkur boðað frá luttøku til messuna sum verður hildin í Klaksvík í døgunum 9. til 11. Apríl.
– Talan er um fyritøkur úr 12 ymiskum londum so staðfestast kann longu nú, at áhugin er stórur . Tveir triðingar av framsýningarplássunum í báðum hallunum eru seldir.
– Sjálvt stevnuøkið verður víðka (útbygt) í ár við tað at umframt at húsast í báðum ítróttarhallunum fara vit eisini at hava fyrilestur í Atlantis Bio og harafturat verður Skálin brúktur til matstovu har m.a. gallaveitslan fyri framsýnarar eisini verður.
– Í samband við fiskivinnumessuna tekur FonnFlog sær av allari ferðing til og frá messuni og í hesum sambandi verður serliga gott buss samband millum Klaksvík og Tórshavn teir dagarnar sum messan er. Tá messan endar hóskvøldið 11. apríl hevur Atlantic Airways sett eykaflogfar inn millum Føroyar og Danmark soleiðis at útlendingar (útlendsku framsýnararnir) sleppa av landinum sama kvøld sum messan endar.
Á heimasíðu felagsins www.fair.fo sæst altíð ajourførdur listi yvir framsýnarar 2013.
Fish Fair blaðið
og faldarin
Seinasta freist at koma við lýsingum til Fish Fair blaðið og faldaran er 15. mars. Sí lýsingapakkar á www.fair.fo ella ring telefon 456285 ella send teldupost til jwj@nordlysid.fo




