Fyri fimm árum síðan var nevndin í Norðoya Bjargingarfelag útskift og yngri kreftir tóku við. Síðani hevur felagið arbeitt miðvíst við at menna tilbúgvingina í Norðoyggjum.
Hví eitt bjargingarfelag
Marius Magnusson, sum er formaður í Norðoya Bjargingarfelag, sigur at endamálið við einum bjargingarfelag er at tráðka til tá ólukkur eru so umfatandi at fleiri fólk, enn tey sum eru partur av tí dagligu, skipaðu tilbúgvingini, eru neyðug.
– Seinastu fimm árini hava vit luttikið í leitingum á sjónum við bátinum hjá Trygdarmiðstøðini, sum er ein partur av tilbúgvingini her norðuri.
– Útgerðin hjá felagnum er ikki tíðarhóskandi og tí hava vit seinastu árini arbeitt miðvíst við at fáa fatur á nýggjar útgerð.
– Í fjør høvdu vit eitt tiltak í Ósáskúlanum, har ein stórur partur av stovnum, sum hava tilknýti til tilbúgving í Norðoyggjum, vóru umboða. Umleið 120 fólk vóru til átakið.
– Ætlanin er at fara undir eitt líknandi tiltak í februar mánaða í ár og verður hetta tiltakið nærri lýst seinri.
Nýggjan bil
Í apríl mánaða í fjør vóru umboð fyri bjargingarfelagið nirri í Týsklandi og keyptu ein vøruvogn.
– Ætlanin við bilinum er at útgerð altíð liggur tøk í bilinum, soleiðis at tá brúk er fyri okkum er bilurin tøkur við neyðugari bjargingarútgerð av ymiskum slag.
– Felagið hevur rætt sambart tilbúgvingarlógini at søkja um stuðul frá myndugleikunum og tí var møguligt at keypa bilin.
– Tó vóru ikki pengar til at keypa nýggjan bil, og tí eru vit noyddir at keypa brúktan bil sum vit so sjálvir umbyggja til endamálið.
Nógv hjálpa til
Marius sigur at brúk er fyri nógvum góðum hondum fyri at fáa eitt væl virkandi felag.
– Arbeiði við at umbyggja bilin krevur nógvan serkunnleika og tí vera vit sjálvandi eisini noyddir at keypa arbeiðskraft, men stórsti parturin er vælvild, gávur og sjálvboðin arbeiðsmegi. Hetta eru vit sera takksamir fyri.
– Arbeiði við at gera bilin kláran gongur væl og í komandi viku vanta vit at bilurin verður lakkeraður.
– Í løtuni heldur Norðoya Bjargingarfelag til í kjallaranum hjá Toll og Skatt á Stongunum, og er hetta høli sera væl egnað til slíkt virksemið.
Marius sigur at fólk sum hava áhugað í at hjálpa til ella stuðla kunnu seta seg í samband við onkran nevndarlim. Limagjaldið er 50 krónur um árið.
Í nevndini hjá Norðoya Bjargingarfelag eru: Marius Magnusson, Jan Matras, Sjúrður Kjølbro, Andras Joensen og Esmar Klakstein. Tiltakslimir eru: Bárður Klakstein og Jákup Jacobsen.




