Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran, og leingist tær eftir avbjóðingum, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.
Høvuðsuppgávan í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) er:
????span> at tryggja óhjálpnum eitt gott og virðiligt lív/deyða
????span> at veita hjálp til framhaldandi at liva sítt egna lív
????span> at stuðla til sjálvbjargni í tann mun, tað er gjørligt
????span> at viðlíkahalda tær sosialu relatiónir, sum persónurin hevur
Førleikakrøv
????span> Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari/heilsuhjálpari, svarandi til tað, sum lýst verður eftir
????span> Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
????span> Góð samstarvsevni
????span> Góð evni at samskifta í skrift og talu
????span> KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
????span> Stórar fakligar avbjóðingar
????span> Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv
????span> Gott samstarv við onnur fakfólk
Til Norðoya Heimatænastu verður søkt eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi við setanarbrøki 1,0, svarandi til 40 tímar í miðal um vikuna í tíðaravmarkaðum starvi til 1. okt. 2016 – at byrja skjótast gjørligt.
Sjúkrarøktarfrøðingi við setanarbrøki 0,7, svarandi til 28 tímar í miðal um vikuna í tíðaravmarkaðum starvi til 1. okt. 2016 – at byrja skjótast gjørligt. Møguleiki er fyri brøki á 0,8, tvs. 32 tímar í miðal um vikuna fram til 1. mai 2016.
Heilsurøktara við setanarbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar í miðal um vikuna at byrja skjótast gjørligt.
Heilsurøktara við setanarbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar í miðal um vikuna í tíðaravmarkaðum starvi til 1. nov. 2016 – at byrja skjótast gjørligt.
Heilsuhjálparum við setanarbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar í miðal um vikuna at byrja skjótast gjørligt.
Meira fæst at vita um størvini í Heimatænastuni við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara fyri Norðoya Heimatænastu, á tlf. 793470.
Til Sambýlið í Bøgøtu verður søkt eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktara við setanarbrøki 0,9, svarandi til 36 tímar í miðal um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Um eingin sjúkrarøktarfrøðingur søkir, kann starvið verða fyribilssett í eitt ár av heilsurøktara. Í so fall verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.
Heilsuhjálpara við setanarbrøki 0,7, svarandi til 28 tímar í miðal um vikuna at byrja skjótast gjørligt.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jenny Rasmussen, deildarleiðara fyri Sambýlið í Bøgøtu, á tlf. 793420.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík, ella við telduposti til nbh@nbh.fo.
Umsóknarfreistin til størvini er 15. nov. 2015.




