Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðoya fornminnasavn í nýggjum hami

Jóhann Lützen

Á Norðoyarstevnu letur Norðoya fornminnasavn upp í nýggjum hami. Kom og vitja hugvekjandi framsýningarnar: „Eitt gamalt bygdalag“ í Spaniastovu og „Sildarok“ í miðstovuni. Tað er navnframi listamaðurin Edward Fuglø, sum hevur sniðgivið nýggju framsýningarnar.

 

Norðoya fornminnasavn er eitt hugvekjandi savn við framsýningum, har vitjandi fáa høvi til at síggja, hvussu gerandisdagurin var í Føroyum í gomlum døgum. Savnið er í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík, sum fyrr var ein vinnulig miðstøð fyri fiskivinnu, handil, arbeiðsmegi og útflutning.

Í morgin á Norðoyastevnu  leygardagin 31. Mai er opið frá kl. 10-14.

Les meir á www.nordforn.fo/