Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Fotofelag skipar fyri Fotokapping

John William Joensen

Limirnir í Norðoya Fotofelag fara um páskini at kappast um at fáa bestu páskamyndina.

Í tíðindaskrivi frá Norðoya Fotofelag verður sagt at evni í kappingini er Páskir.
–  Limir gera sjálvir av hvønn teknik teir brúka, men myndirnar skulu verða Bárði Lydersen í hendi seinasta lagi fríggjadagin 30. apríl.
– Myndirnar kunnu verða úr 10×15 upp til 20×30 í stødd.
 Úrslitið av kappingini verður kunngjørt í Norðlýsinum viku 20 og útvaldar myndir verða sýndar fram í framsýningarhølunum hjá Føroya Banka frá mánadegnum 3. maj og vikuna út.