Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Gongufelag sín fyrsta túr

Oliver Joensen

Gongutúrur Katlarnir – Árnafjørður
Tann sera vælumtókti og nógv eftirspurgdi gongutúrurin enn einaferð

Hugnaligur og áhugaverdur gongutúrur við frásøgufólki, sunnudagin 25.mai kl. 14 .

Farið verður frá Klaksvík eftir Ánavegnum, og koma vit fyrst til bygdina Ánir. Síðan gongur leiðin eftir gomlu bygdagøtuni Ánir – Árnafjørður. Gøtan sást ikki so væl longur, tí lítið er gingið eftir henni síðan 1967, tá bergholið kom ígjøgnum.
Gøtan niðan á Áarskarð er nakað tunggongd. Skarið liggur í 429 metra hædd. Í góðum sýni kunnu vit herfrá síggja nógvar oyggjar vestureftir og fjøllini eystanfyri.
Leiðin av skarðinum norður á Katlarnar tekur umleið hálvan tíma, og har stendur so tingsteinurin í 297 metra hædd. Her hildu norðingar várting líka frá miðøld til síðst í 1600-talinum, tá tingið varð flutt norður í Vág í Klaksvík.
Farið verður so suður á gomlu bygdagøtuna, oman ígjøgnum Ovaru stígar, so til Svartafoss og oman á bergholsvegin og til bygdina.
Áðrenn tunnilin kom norðurum, lá bygdin Árnafjørður sera avbyrgd. Bygdin roknast fyri at vera ein landnámsbygd. Har búgva ídag eini 60 fólk.
Árnafjørður hevur avbera vakra sandstrond, bátahyl og eina lítla kai. Har er flakavirki, eins og bæði toska- og laksaaling
Árnafjørður hevur í dag eisini eitt sera virki róðrarfelag, ið húsast í snotiligum nýggjum hølum

Tilmelding: Norðoya Kunningarstova tel 456939 info@klaksvik.fo
Prísur: fyri limir í Norðoya Gongufelag kr. 175 pr. pers.
Annars kr. 220 pr. pers
(íroknað prísin er guide, the/kaffi við ábiti og flutningur aftur til Klaksvíkar)
Túrurin er umleið 4 tímar
Torleikastig: miðal