Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Húsasmíð reist fyrsta húsið

John William Joensen

Fríggjadagin 1. oktober reisti Norðoya Húsasmíð tey fyrstu húsini í Klaksvík.

Húsini eru í býðlinginum Undir Græshjalla og er tað byggimeistarin Poul Kristoffur Joensen, ið stendur fyri allari byggingini.
Símun á Høvdanum stjórið í Klaksvíkar Timburhandli, sum er eigari av Norðoya Húsasmíð sigur, at arbeiðið hevur gingið stak væl og eru vit stak væl nøgdir við arbeiðið.
Tey næstu húsini eru longu bíløgd og er ætlanin tann, at í hesum árinum at hava trý hús í gerð.
Norðlýsið fer í komandi blaðið at skriva meira um húsini hjá Norðoya Húsasmíð.