Við á fundinum vóru Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna og Aksel V. Johannesen, landstýrismaður.
Fundurin fegnaðist um at arbeiðarafeløgini saman við øðrum góðum kreftum vísa ábyrgd og royna at fáa virksemið á Kósini í gongd aftur.
Landstýrismaðurin í heilsumálum harmaðist um útsagnirnar hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsið um, at neyðugt verður at skerja virksemi munandi um játtanin skal halda fyri inniverandi ár.
Landstýrismaðurin segði seg hava fingið upplýst frá leiðsluni á Klaksvíkar Sjúkrarhúsið, at játtanin á Klaksvíkar Sjúkrarhúsið fór at halda við smærri sparingum, sum ikki komu at raka sjúklingin meint. Landstýrismaðurin segði seg vera sinnaðan, at taka málið upp um tað fór at vísa seg, at manglandi peningur fer at viðføra langar bíðilistar og loysa trupuleikan í samgonguni, og eisini lovaði Eyðgunn Samuelsen at gera sítt í Fíggjarnevndini.
Fundurin viðgjørdi eisini ótolandi støðuna viðvíkjandi farleiðini til Svínoyar og Fugloyar, og heitti á umboð floksins um at streingja á fyri at fáa hesar trupulleikar loystar og játta tær 9 mill. á Eykafíggjarlógini til at gera Rituna í stand, so hon kann røkja hesa farleið.




