Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Norðoya Kunningarstova kallast nú Visit North

Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther

Tað skal verða nemmari hjá ferðafólki at finna og keypa allar okkara fantastisku upplivingar og tænastur í Norðoyggjum, tí hava vit gjørt hetta samleikaskifti. Vit skulu verða sjónligari, sigur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann leiðari á Visit North

 

Tá nýggja ferðavinnustrategiin hjá Norðoya Kunningarstovu ella Visit Norðoy varð løgd fram í Varpinum í dag, var eitt av átøkunum ein sonevnd rebranding/samleikaskifti av sjálvari kunningarstovuni. Úrslitið er nýggja navnið “Visit North” við nýggjum búmerki eisini og nýggjari heimasíðu – visitnorth.fo

Vit upplivdu ofta at fáa spurningar frá ferðafólki “Where is the Island Norðoy”, so navnið og samleikin, var ov tvørligt. Vit hava savnað allar upplivingar og tænastur á heimasíðuni visitnorth.fo, okkara starvsfólk hava verið fantastisk og hetta verður ein heimasíða, sum fer at mennast enn meira við tíðini, sigur Theresa. 

Vit hava drúgvari samrøðu við Theresu um nyggju ferðavinnustrategiina seinni.