Norðoya Kvinnufelag skipar fyri spennandi sølutorgið leygardagin 18. mai kl 14 á Bøgøtu 3
Fleiri ymiskir áhugaverdir sølubásar, m.a. vitjar bóndarkona úr Trøllanesi við sínum spennandi heimavirkaðu matvørum, so sum Trøllaosti og rullupylsu.
Eisini verður møguligt at fáa hópin av hondvirkaðum vørum, endurnýtsluklæðum og flottum tøvdum og bundnum lutum, harav allir er virkaðir av kvinnum í Norðoyggjum.
Klaksvíkar kvinnufelag hevur kaffi/te sølu og leskiligar vaflir.
Ætlanin er at hetta skal gerast eitt afturvendandi tiltak, áhugaði kunnu venda sær til Norðoya Kvinnufelag, Bjarma Vágsheyg ella Kristin Jákupsdóttir.
Við vón um góða undirtøku



