Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðoya Listafelag 40 ár

Dávur Winther

Í dag verður hátíðarhald við framsýning, røðum og ábiti í forhøllini (Foyerini) í Varpinum kl. 17, har øll eru vælkomin.

Norðoya Listafelag varð stovnað í november 1985. Fyrsta framsýningin, sum felagið skipaði fyri, var í Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu 1986.

Í ár eru so 40 ár liðin, síðani Norðoya Listafelag varð stovnað – og hevur ognað sær hópin av listaverkum, og verður í hesum sambandi skipað fyri móttøku og serstakari framsýning í Varpinum í dag, fríggjadagin 21. november kl. 17.00, har øll eru vælkomin. 

Framsýningin hongur uppi um vikuskiftið og eina viku fram.

SKRÁ:

– Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag og Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini bera fram røðu. 

– Heiðursframsýning fyri Hanusi G. Johansen, sála, við málningum og verkum eftir Archibald Black

– Tónleikainnsløg við Aldubáruni

– Framsýning við verkum eftir Elinborg Lützen – (26. juni 1919 – 22. november 1995)

– Nýggj plakat av eini vatnlitsmynd hjá Elinborg Lützen er gjørd til høvið, og fæst hon til keyps fyri kr. 150,-.

– Kaffimunnur og okkurt søtt afturvið verður at fáa undir framsýningini

– Til ber at vitja inni í hølunum hjá Norðoya Listafelag, sum eru í kjllaranum í Varpinum, har felagið heldur til.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Varpið í dag, 21. november kl. 17.00

Harleywoodpaint