Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Listafelag móttøku í Spaniastovu

Norðoya Listafelag

Norðoya Listafelag hátíðarheldur sín 30 ára føðingardag í Spaniastovu 21. nov. 2015 kl. 16 – 18.

Norðoya Listafelag hátíðarheldur sín 30 ára føðingardag í Spaniastovu 21. nov. 2015 kl. 16 – 18. Á skránni er m.a.

-Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, fyrsti formaður felagsins greiðir frá byrjanini.
-Jógvan Brim Joensen, hugleiðir um foreldrini, listafólkini Berhard Brim og Poulinu Joensen.

-Hanus G. Johansen syngur eina kærleiksyrking eftir Berhard Brim, sum Bernhard gjørdi til unnustu sína í síni tíð, Poulinu Joensen.

Afturlítandi listaframsýning, tónleikur og leskiligir brellbitar, matsneisir og køkur við onkrum leskandi afturvið er eisini á skrá.

Til móttøkuna spælir ein serlig hornkvintett úr Tórshavn, sum er kend fyri sítt frálíka spæl, horntónleik úr Reyðu Bók, lættan klassiskan tónleik o.a. sum tit kunnu gleða tykkum til.

Hornkvintettin kallar seg KÓJAK, sum stendur fyri Kenneth Jones á trompet, Ólavur Olsen á trompet, Jens Knudsen á trombone, Atli K. Petersen á tuba og Katrin Jørgensen á horn.

Móttøkan í Spaniastovu leygardagin 21. nov. 2015 kl. 16 – 18 er almenn, og eru øll vælkomin.

Norðoya Listafelag