Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sambandsfelag fingið felagshølir

John William Joensen

Lokalu feløgini hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum hava havt sínar ársfundir.

Norðoya Fólkaflokksfelag
hevði aðalfund leygardagin. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið. Kristian Andreasen, Gudny Benjaminsdóttur og Klæmint Hansen. Av hesum stillaði bert Klæmint Hansen upp aftur og hann bleiv afturvaldur saman við Bárður Jóhansen og Pól Andreas Mikladal.
Í nevndini sita Absalon í Buð, Robert Gardar, Klæmint Hansen, Bárður Jóhansen og Pól Andreas Mikladal.
Tiltakslimir eru: Pól Jóhannes Simonsen og Kristin Ryan.
Í Flokksleiðsluna varð vald Rúna Sivertsen og eykalimur er Pálli Ziskason.
Á fundinum var m.a. tosað um býráðsvalið og var mett at avtala átti at fáast við hini valfeløgini um at talið á valevnum skuldi verða í mestalagið 10 hóast eftir lógini er loyvi at stilla 15 valevnir upp.
Jógvan við Keldu boðið frá at hann stillar ikki upp til komandi býráðsval.

Norðoya Sambandsfelag
hevði aðalfund í februarmánaða og eini 30 fólk høvdu leita sær á fundin á Sjómansheiminum.
Á skránni varð m.a. nevndarval og fyri valið stóðu Poul Juul Vilhelmsen og Erikka Elttør.
Poul Juul stillaði ikki upp og fyri hann bleiv John Kári Jacobsen valdur í nevndina. Erikka Elttør bleiv afturvald.
Nevndin skipaði seg eftir fundin og í nevndini sita nú: John W. Joensen, formaður, Erikka Elttør, næstformaður, Karl Olgar Joensen, kassameistari, Elisabeth Joensen, skrivari og John Kári Joensen nevndarlimur.
Tiltakslimir eru: Heðin í Frammistovu og Magnus Arge.
Nógva av orðaskiftinum snúði seg um fyristandandi formansvalið í flokkinum og var fundurin nærum á einum málið um at Norðoya Sambandsfelag átti at stuðla løgtingsmanninum Kaj Leo Jóhannesen til at gerast formaður í flokkinum. Nevndin lovaði tó at skipa fyri limafundi í norðoyggjum áðrenn landsfundin.
Í vikuni gjørdi Norðoya Sambandsfelag so avtalu við Kristin Poulsen um at halda fram við leigu av hølunum við Klaksvíksvegin. Limafundur verður tí í felagshølunum fríggjadagin (26/3-04) kl. 21:00 har eittans mál er á skránni: Formansval Sambandsflokksins.

Norðoya Tjóðveldisfelag
Í formansfrágreiðingini greiddi Karl Marius Poulsen frá at felagið er nú um at koma upp undir land við at gera eina nýggja reglugerð fyri felagið, soleiðis at øll feløgini í landinum hava eins reglur.
Karl Marius Poulsen segði annars at teir sum so vóru nøgdir við valið.
-Veljarakanningarnar spáddu eina afturgongd og tá ein hevur verið stjórnarflokkur høvdu vit eisini roknað við einari afturgongd, men vit kláraðu okkum munandi betur enn veljarakanningarnar víst. Hetta frøðas vit sjálvandi um.
-Hinvegin so eru vit sjálvandi kedd um at Heini O Heinesen fall, tí vit meta Heina hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri fiskivinnuna, sum jú er høvuðsvinnan her á landi.
– Men vit eru sjálvandi nøgd við at vit varðveittu mannin og hava alla orðsøk at fegnast um Karstin Hansen sum eftir okkara metan hevur gjørt eitt sera gott arbeiði sum fíggjarmálaráðharri.
Annars vóru nógv fólk á fundi hjá Norðoya Tjóðveldisfelag, eini 40-50 fólk.
Á skránni var eisini nevndarval og fyri valið stóðu Torkil Heinesen, Hergerð Joensen og Pól Fuglø.
Torkil stillaði ikki upp aftur, og í hansara stað bleiv Olga Biskopstø vald.
Í nevndini sita nú Karl Marius Poulsen, Hergerð Joensen, Pól Fuglø, Olga Biskopstø og Hans Sylvian Jacobsen. Tiltakslimir eru: Katrin Næs og Hanus Hansen.
Tjóðveldisflokkurin skal hava flokksting í Klaksvík 26. og 27. mars.

Norðoya Sjálvstýrisfelag
hevur ársfund 31. mars.

Norðoya Javnaðarfelag
plagar at hava ársfund hesa tiðina men frá Norðoya Javnaðarfelag verður sagt at enn er ikki endaliga avgjørt nær fundurin verður.

Harleywoodpaint