Og á fundinum var skjøtil settur á uppstillingina til løgtingsvalið
Nevndin var øll afturvald og í henni eru tvær kvinnur og tríggir menn.
Hon skipaði seg soleiðis: John William Joensen formaður, John Kára Jacobsen næstformaður, Erika Elttør skrivari, Pól Martin Rasmussen kassameistari, og Elisabeth Joensen nevndarlimur. Tiltakslimir eru Heðin í Frammistovu og Magnus Arge.
Uppstillingin
Aðalfundurin var samstundis eisini fyrsti uppstillingarfundurin og á fyrsta fundinum komu fýra valevni á listan.
Málið hjá nevndini er at hava javnstøðu millum kynini og tí verður neyðugt við fleiri uppstillingarfundum áðrenn listin verður fulmannaður.




