Á ársaðalfundi okkara, 6. november 2023, varð nýggj nevnd vald.
Erikka Elttør, ið áður hevði virkað sum skrivari, stóðu fyri vali, men ynskti ikki at stilla upp aftur. Nevndin takkar henni fyri sítt ídni og íkast. Eisini takkar nevndin Elian Eyðunsson Elttør fyri sín góða innsats sum eykalimur. Umframt Erikku, stóðu Hanna Ovadóttir og Atli Rasmussen fyri vali. Tey bæði vórðu vald í nevndina.
Eftir ársaðalfundi skipani nevndin seg soleiðis á nevndarfundi:
Hanna Ovadóttir – formaður
Atli Rasmussen – næstformaður
Rannvá Langgaard – kassameistari
Áron Vest – skrivari
Jákup Pauli Lassen – nevndarlimur
Eykalimur er nú Sigmar Ovason Nysted.
Nevndin sær fram til at fara til verka og leggja lunnar undir fyrireiking til komandi kommunuval, ið verður 12. november 2024.
Við sambandskvøðu,
Norðoya Sambandsfelag



