Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassa Svimjistevna í Havn

Oliver Joensen

Í døgunum 16-18. mars skipar Havnar Svimjifelag fyri svimjikapping fyri bólk 3 og eldri í svimjihøllini í gundadali.

Norðoya Sparikassa Svimjistevna í Havn
Fyri bólk 3 og eldri, 16-18 mars 2007.
Havnar Svimjifelag skipar fyri svimjikapping í Svimjihøllini í Gundadali um vikuskifti.
Kappingin er fyri bólkarnar 3 og eldri, tvs. fyri svimjarar ið eru 12 ár og eldri.
Hetta er seinasti møguleiki fyri teir svimjarar, sum ikki enn hava kvalificera seg til FM í apríl, at gera tað.
Harumframt er tað næst seinasti møguleiki at kvalificera seg til Oyggjaleikirnar á Rhodos í summar. So tað verður spennandi at síggja, hvørjir svimjarar klára tað nú ella eru væl á veg.


Havnar Svimjifelag