Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi drívmegin í Norðoyggjum

John William Joensen

Hóast ófrættakend tíðindi javnan hoyrast úr Íslandi og altjóða fíggjarmarknaðum, er Norðoya Sparikassi í støðugari framgongd og samfelagsfrøðingur heldur tað framvegis hava stóran týdning fyri Klaksvík at hava ein sterkan peningastovn.

Tað er eingin loyna, at ódnarveður herjar á altjóða fíggjarmarknaðunum, og virðið á eitt nú íslendsku stórbankunum – sum síðan fyrst í 90unum eisini eru vorðnir týðandi partar í føroyska vinnulívinum – er í støðugari minking.

Norðoya Sparikassi framhaldandi
stóran týdning fyri lokalsamfelagið

Samfelagsfrøðingurin, Gestur Hovgard, hevur skrivað doktararitgerð um fiskivinnusamfeløg, har støðið m.a. er tikið í Norðoyggjum.

– Tað er heilt týðiligt, at ein forkláring uppá, hvussu Norðoyggjar komu so skjótt fyri seg eftir kreppuna fyrst í 90-unum er, at her var og er ein sterkur lokalur peningakassi – nevniliga Norðoya Sparikassi.

– Tey samfeløg, sum doyggja, eru júst tey, har kapitalurin er burtur, og tí hevur tað sjálvandi stóran týdning fyri eitt samfelag sum Norðoyggjar, at tú hevur ein sterkan peningakassa.

– Tað er eisini heilt klárt, at leiðslan á einum stovni, sum býr í lokalsamfelagnum, er meira opin fyri lokal-atlitum enn ein leiðsla, sum ikki beinleiðis livir í økinum.

– Norðoya Sparikassi er ein stovnur, sum lokalsamfelagið eigur. Tað vil siga, at tað ikki eru íleggjarar, sum einans hava áhuga í at vinna pening, sum eiga stovnin – men borgarin í samfelagnum.

– Í dag verður nógv tosað frá almennari síðu um at seta vinnuskapandi stovnar á stovn, og her kunnu vit siga, at Norðoya Sparikassi í dag er eitt slag av vinnuskapandi stovni – tann einasti av sínum slag uttan fyri høvuðsstaðin, sum framvegis hevur týdning.

– Klaksvík kann ikki longur roknast sum útjaðari, og ein orsøk til hetta er uttan iva tann, at samfelagið her hevur átt ein sterkan peningakassa.

– Í dag hevur tað sera stóran týnding, at ein fær hugskot og pening uttaneftir – men kortini er eingin ivi um, at tað framhaldandi er umráðandi at hava ein stovn, sum framhaldandi ger íløgur í vinnulívið.

Stjórin væl nøgdur
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, er nøgdur við ársúrslitið.

– Vit hava spreitt okkum inn á nýggj handilsøkir, og í framtíðini fara vit m.a. eisini at bjóða fram alskyns tryggingar.

– Hetta sæst aftur í starvsfólkaútreiðslunum, sum eru vaksnar við 13 mill. kr.

– Stovnurin er vaksin við 15 starvsfólkum pluss fimm starvsfólk, sum burturav fáast við serøkir sum partabrøv, o.a.t.

– Vit hava latið upp deildir í Saltangará og í Tórshavn, og tað hevur sjálvandi kostað okkum, men vit eru sera væl nøgd við gongdina.

– Nú kunnu vit betur veita tænastur til viðskiftafólkini hjá okkum, og er hetta ein partur av einari langsiktaðari strategi.

– Sparikassin er í tí serstøðu, at vit hava ikki eins og aðrir peningastovnar eina vakstrarstrategi. Vit leggja okkum eftir at hava ein natúrligan vøkstur, har útlán altíð skullu verða minni enn innlánini.

Partur av altjóðagerðini
Í tíðindaskrivi frá Norðoya Sparikassa verður stórur dentur lagdur á, at sparikassin er ein trygg fyritøka, og stjórin í NS sigur, at hetta er ein beinleiðis avleiðing av altjóðagerðini

– Um vit fara nøkur ár aftur í tíðina, so var úrslitið hjá Norðoya Sparikassa bert ávirkað av lokalum viðurskiftum.

– Í dag er hetta broytt, og kemst tað fyrst og fremst av, at hugburðurin í vinnulívinum og millum fólk er broyttur.

– M.a. hava íslendingar keypt seg inn í týðandi partar av føroyska vinnulívinum, og í løtuni er ein ávísur ótti tengdur at íslendska búskapinum.

– Tað, sum hendir í USA, rakar eisini okkum ígjøgnum altjóða marknaðirnar, sum Føroyar eru ein partur av – og harafturat eru vit sum borgarar og privatpersónar eisini nógv meira kunnað um tað, sum fyriferst í altjóða búskapinum.

– Málið hjá okkum í Norðoya Sparikassa er allatíðina at hava ein solvens, sum í minsta lagi er tað tvífalda av tí, sum lógin krevur, og í hesum tíðum, har tíðindi um fíggjarkreppur eru nógv frammi í fjølmiðlunum – hevur tað stóran týdning, at vit hava ein sterkan peningastovn.

– Samanumtikið eru vit vælnøgd við ársúrslitið fyri 2007.

LES meira um ársúrslitið hjá Norðoya Sparikassa á www.ns.fo