Aðalfundur var í Norðoya Sparikassa týsdagin. Sigast má at stemningurin var góður og hetta helst serstakliga sæð í ljósinum av at Norðoya Sparikassi helst var tann peningastovnur, sum kom best burturúr rakstrarárinum 2003.
Roknskapurin vísti eitt ársúrslit uppá 17,5 milliónur krónur, sum var 3,9 milliónir kr. minni enn árið frammanundan. Stórur partur av hesum minna avlopinum skal finnast í inntøkum av virðisbrøvum ímeðan ein annar partur skal finnast í lækkandi rentumarginali. T.e. munurin ímillum inn- og útlánsrentu.
Nevndarformaðurin, Óli Marnar Christiansen segði millum annað soleiðis um hugsjónina hjá Sparikassanum.
"Tá vit hugsa um Norðoya Sparikassa sum peningastovn, so er eyðkenni stovnsins, at hann byggir á eitt lokalt grundarlag. Tilknýtið og tættleikin millum stovnin og tað lokala nærumhvørvið krevur, at sparikassin vísir neyðuga samfelagsábyrgd. hetta er eisini eitt felagseyðkenni fyri sparikassahugsjónina kring alt Europa.
Vit leggja dent á privatkundar og smáar og millumstórar vinnukunda, og leggja vit stóran dent á at sýna neyðugan vilja til samstarv, har tænasta og kvikleiki liggur frammalaga í huganum". Og víðair segði hann m.a.: "Vit vilja ikki bert verða "ein vanligur banki", tá vit hava eitt endamál útyvir bert at vinna pening til stovnin."
Annars gjøgnumgekk Óli Marner Christiansen vinnuna og nevndi millum annað, at flakavirkini helst fara at koma út við einum nulli í avlopið í meðal fyri 2003 og eisini nevndi hann at tað hevur gingið munin lakari hjá trolbátunum og at línubátarnir sum høvdu rekordár í 2002 hava umsett minni í 2003, so vit kunnu vænta at búskapurin fer at stangnerað nakað í 2004 hóast vit ikki kunnu tosa um nakra kreppu.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri greiddi frá roknskapinum, og á honum merktist væl, at Sparikassin í roknskaparhøpi er nógv opnari enn hann hevur verið árini frammanundan. Nógv ymisk áhugaverd fyribrigdi vóru fyri og vit fingu nærum út í æsir at vita tað vit vildu um rakstur og virki sparikassans.
Um Sandavág, sum so nógv hevur verið gitt um í seinastuni, váttaði hann, at sparikassin av álvara arbeiddi við møguleikanum at seta eina deild á stovn har vesturi, men hann undirstrikaði, at allar kanningar vórðu ikki liðnar enn, men at støða helst fór at vera tikin til hetta um ikki so langa tíð.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, teir vóru Páll Klettskarð og Álvur Klakk. Báðir tóku við afturvali og tá fundarstjórin, Jákup Olsen spurdi um nakað mótuppskot var, reistist Runi Heinesen og skjeyt upp at velja Jóannes Hansen av Toftum og Jákup Mikkelsen í nevndina.
Síðani varð atkvøtt skrivliga og tá avtornaði høvdu teir tríggir Páll Klettskarð, Álvur Klakk og Jóannes Hansen fingið 14 atkvøður í part, ímeðan Jákup Mikkelsen fekk 8. Avgjørt varð við lutakasti um teir tríggjar, sum høvdu 14 atkvøður og har vunnu teir báðir Álvur Klakk og Páll Klettskarð.




