Sparikassin hevði umboðsráðsfund hósdagin 27. mars 2014. Á fundinum varð ársroknskapurin framlagdur og góðkendur. Roknskapurin vísti eitt avlop eftir skatt uppá 5,5 mió.kr.
Sparikassin hevði umboðsráðsfund hósdagin 27. mars 2014. Á fundinum varð ársroknskapurin framlagdur og góðkendur. Roknskapurin vísti eitt avlop eftir skatt uppá 5,5 mió.kr.
Nevndarval var eisini á skránni. Jóhanna á Tjaldrafløtti og Karl Heri Joensen vórðu afturvald. Kristian Martin Rasmussen, sum hevur sitið í nevndini síðan 2010 ynskti ikki at halda fram. Í hansara stað varð valdur Frimodt Rasmussen. Frimodt er úr Klaksvík, er 46-ára gamal og er stjóri í P/f Klaksvíkar Sleipistøð.
Í nevndini sita nú:
John P. Danielsen
Jóannes Hansen
Jóhanna á Tjaldrafløtti
Karl Heri Joensen
Petur Alberg Lamhauge
Frimodt Rasmussen
Julianna Thomsen, starvsfólkaumboð
Guðrið Lava Olsen, starvsfólkaumboð
Tummas Martin Sólsker, starvsfólkaumboð




