Norðoya Sparikassi hevði eitt gott úrslit í fjør við einum hóskandi vøkstri á øllum handilsøkjum.
Tíðindaskriv:
Ársfrásøgn 2007
Norðoya Sparikassi hevði aftur í 2007 eitt gott úrslit, sum saman við einum hóskandi vøkstri á øllum handilsøkjum ger at sparikassin er væl nøgdur við árið.
Úrslit sparikassans áðrenn skatt varð 30,5 mió.kr. í 2007, í mun til 31,4 mió.kr. í 2006. Ársúrslitið gjørdist 25,4 mió.kr.eftir skatt í mun til 25,8 mió.kr. í 2006.
Inntøkur
Netto rentuinntøkurnar vuksu við 11 mió.kr. úr 60 mió.kr. upp í 71 mió.kr. í 2007.
Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar eru øktar við 15 mió.kr., úr kr. 68 mió.kr. í 2006 til 83 mió.kr. í 2007.
Virðisjavnan av lánsbrøvum og gjaldoyra vísti í 2007 eitt hall uppá 2,1 mió.kr. Í 2006 var eitt avlop uppá 1,3 mió.kr. Tað vil siga ein nettoávirkan uppá -3,4 mió. kr.
Útreiðslur
Útreiðslur til starvsfólk, umsiting o.a. eru øktar við 13 mió. kr. í 2007 í mun til 2006 úr 39 mió.kr. upp í 52 mió.kr.
Sparikassin hevur latið upp tvær nýggjar deildir á Saltangará og í Tórshavn. Harumframt hava vit sett 5 fólk til nýggj virkisøkir, sum eru íløgur, trygging og private banking, har vit vænta stóran vøkstur í framtíðini.
Av tí at sethúsaprísir hava hækkað nógv seinastu árini, hevur sparikassin inntøkuført burturleggingar uppá 1,9 mió.kr. í 2007 í mun til eina útreiðsluføring uppá 0,2 mió.kr. í 2006.
Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið var 363 mió.kr við árslok 2007. Ein hækking uppá 150 mió. kr. í mun til í 2006. Orsøkin til hetta er at skuld til peningastovnar er økt við 127 mió. kr., og eisini at innlán sparikassans í 2007 hevur havt ein størri vøkstur enn útlán sparikassans.
Gjaldførið var við árslok 47% av stuttfreistaðu skyldum sparikassans. Lógin krevur 15%.
Av samlaðu skyldum sparikassans var gjaldførið við árslok 17%. Lógin krevur her 10%.
Solvensur sparikassans fall við 1,5 %, frá 19,0 % við árslok 2006 til 17,5 % við árslok 2007. Lógin krevur 8 %.
Fíggjarstøðan
Sparikassin leggur stóran dent á, at vøkstur okkara er nátúrligur, og er málsetningurin at vøksturin í útláni ikki er størri enn vøksturin í innláni. Vit fegnast tí um, at innlán sparikassans í 2007 er økt meir enn útlánið. Innlánið er økt við 25 % meðan útlánið er økt við 22 %, og er innlánið nú 1.710 mió.kr. og útlánið 1.829 mió.kr.
Fíggjarstøða sparikassans vaks við 493 mió.kr. og javnvigar við 2.253 mió.kr. við árslok 2007. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 28 %.
Eginogn sparikassans er nú 337 mió.kr. Sparikassin hevði í 2007 eina renting av eginpeninginum áðrenn skatt uppá 9,4 %, í mun til eina renting av eginpeninginum áðrenn skatt uppá 10,6% í 2006.
Framtíðin
Eftirspurningurin eftir lánum hevur seinastu 2 árini verið nógv størri enn innlánsvøksturin kann bera, og meta vit, at vøksturin í 2008 verður nógv minni enn í 2007.
Vit vænta, at útlán og innlán koma at verða javnt stór við árslok 2008, og at útlánsvøksturin hjá okkum í ár verður í mesta lagi 5 %.
Tá metast skal um úrslitið áðrenn burturleggingar og virðisjavnan í 2008, vænta vit eitt heldur betri úrslit í 2008 enn undanfarna ár, tá útreiðslurnar væntast at verða heldur lægri í 2008 enn í 2007.




