Føroya Sjómannadagur er í tryggum hondum, tí longu nú er høvuðsstuðul funnin til komandi ár. Norðoya Sparikassi heldur fram sum høvuðsstuðl hjá Føroya Sjómannadegi
Føroya Sjómannadagur er í tryggum hondum, tí longu nú er høvuðsstuðul funnin til komandi ár. Norðoya Sparikassi heldur fram sum høvuðsstuðl hjá Føroya Sjómannadegi
Á fundinum í kvøld varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður fyri komandi ár. Tað vórðu Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa og Karl Birgir Isaksen, høvðusfyrireikari av sjómannadegnum, sum settu sínar undirskriftir á sáttmálan.
Karl Birgir Isaksen fegnaðist um sáttmálan og segði at sáttmálin varð við til at tryggja framtíðina hjá Sjómannadagnum. Marner Mortensen segði at sjálvsagt ynskti Norðoya Sparikassi at stuðla einum so góðum tiltaki sum Sjómannadegnum.
Norðlýsið fekk eina mynd av teimum báðum Karl Birgir og Marner.




