Sambært Niro Invest er lokali sparikassin í Norðoyggjum tann, sum er best fyri av føroysku peningastovnunum
Um hesa tíðina á hvørjum ári er spenningurin stórur í danska bankaheiminum, hvussu peningastovnarnir eru flokkaðir á listanum hjá Niro Invest, sum verður almennur í mei mánað á hvørjum ári.
Í síðstu viku varð listin lagdur fram. Hann vísir, at av føroysku peningastovnunum er Norðoya Sparikassi tann, sum stendur seg best.
Norðoya Sparikassi er farin frá at vera nummar 50 í 2014 og til at vera nummar 46 í 2015. Hinir føroysku peningastovnarnir eru allir longri niðri á listanum nú, enn teir vóru fyri einum ári síðani. Eik er farin frá áttanda plássi og til 53. pláss, Bank Nordik er farin frá 54. Og aftur á 58. pláss, og Suðuroyar Sparikassi er farin frá 63. og til 65. plássið. Samlaða talið á listanum er 67, meðan tað í fjør var 70.
Millum lyklatøkini, sum peningastovnarnir verða flokkaðir eftir, eru rentingin av egin ognini, solvensurin, likviditeturin, vøkstur í útlánum, og hvussu gongdin er í stórum útlánum sammett við eginpeningin.
Talan er um lutfalsliga flokking. Tað vil siga, at støðan ikki nýtist at vera verri ella hættisligari, sjálvt um ein peningastovnur er longri niðri á listanum nú, enn hann var fyri einum ári síðani. Heldur vil tað siga, at aðrir peningastovnar hava havt størri framgongd.




