Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi metár í 2002

Oliver Joensen

Týsdagin hevði Norðoya Sparikassi og í røðu síni, segði nevndarformaðurin, Óli Marner Christiansen millum annað at nú hóttanir eru um kríggj ímóti Irak, samstundis sum altjóða búskapirnir meira ella minni standa í stað, eru tekin um at renturnar fara at lækka enn meira, heldur enn at rentuhækkingar koma í bræði.
Lesið alla formansfrágreiðingina.

Frágreiðing nevndarinnar frá farna ári

Óli Marner Christinansen, nevndarformaður

Framlagt á aðalfundi hjá Norðoya Sparikassa týsdagin 25.02.2003.




Góðan dag góðu umboðsráðslimir og vælkomin á aðalfund. Eg vil somuleiðis nýta høvi at bjóða møttu umboðunum fyri miðlarnar vælkomin.

Tíðin gongur skjótt, hálvt ár er longu farið síðan vit høvdu fund seinast, tá vit vóru í Mikladali, har vit høvdu ein sera hugnaligan og áhugaverdan hálvársfund, umframt at høvi var at síggja Kalsoynna frá síni bestu síðu henda góðveðursdagin.

Nú er so enn eitt ár lagt aftur um bak, ið verður lagt afturat sum tað 83. í søgu Norðoya Sparikassa. Sum verða man fegnast nevndin um, at hetta árið royndist so væl sum tað gjørdi, ja so væl, at hetta enn einaferð er besta ár sparikassans nakrantíð hvat ársúrsliti viðvíkur. At hetta eisini er 5 árið á rað, at sparikassin hevur nátt slíkum merkisúrslitum, halda vit staðfestir, at støða sparikassans er góð, og at sparikassin hevur sín nátúrliga rætt at virka sum sjálvstøðugur peningastovnur í Føroyum.

Eg fari í hesi nevndarinnar frágreiðing fyri 2002 at taka afturí nøkur av teimum viðurskiftum, ið hava havt týdning fyri sparikassan hetta farna árið. Somuleiðis fari eg at koma inn á hvørjar avbjóðingar ligga fyri framman hjá okkum, og nema nakað framtíðarætlanir sparikassans.

Fiskivinnan
Um hugt verður eftir tí føroyska búskapinum kann staðfestast, at føroyski búskapurin grundleggjandi hevur tað gott. Og at so er, er fyrst og fremst okkara høvuðsvinnu fyri at takka.

Um hugt verður eftir úrslitunum hjá okkara fiskivinnu seinastu árini sæst, at talan hevur verið um eina støðuga framgongd. Nú kenna vit ikki úrslitini fyri 2002, men verður útgangsstøði tikið í teimum samlaðu avreiðingunum, avreiðingarvirðinum og lønarútgjaldingunum í fiskivinnuni, vænta vit at árið hjá veiðiflotanum samanlagt verður áleið eins gott sum árið 2001.

Lønarútgjaldingarnar í fiskivinnuni fóru í fjør uppum 1 milliard krónur, og standa tær fyri 1/6 av samlaðu lønarútgjaldingunum í landinum.

Tann samlaði lønarvøksturin í Føroyum í fjør var 8,4 %, og hava vit sæð slíkan vøkstur ella størri øll árini síðani miðskeiðis í nítiárunum, tá føroyski búskapurin fótaði sær aftur eftir álvarsamu kreppuna fyrru helvt av nítiárunum. Tó tað er meir sum í dag bendir á, at slík framgongd í lønarvøkstrinum ikki kemur at verða í ár ella komandi árini. Við einum prísvøkstri, sum bert er 1-2 %, kunnu vit ikki vænta lønarvøkstur, sum er meiri enn 2-4 % árliga sum er. Ein slíkur vøkstur krevur eisini, at vit megna at reka tað føroyska samfelagið og framleiðsluna enn meira rationelt enn vit gera í dag, so hesi framstig kunnu skapa ein størri vøkstur og eina betri realløn.

Ein kanning, sum grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe hevur gjørt av stórum parti av føroyska veiðiflotanum vísir, at úrslitið av primerum rakstri tey 5 árini frá 1996 til 2001 er meir enn trífaldað, og at endaliga ársúrslitið í sama tíðarskeiði er fimmfaldað. Gjaldføri er bøtt munandi, skuldin er ikki økt, og eginognin vaksin soleiðis at soliditeturin er øktur úr 18 % til 41 %. 2002 hevur soleiðis aftur verið eitt ár, har tað hevur eydnast vinnuni at konsolidera seg.

Eitt annað, ið vit eiga at geva gætur í hesum viðfangi er, at samstundis sum veiðiflotin hevur havt nøkur góð ár, hava mong reiðarí valt at gera arbeiðs- og liviumstøðirnar umborð betri. Fleiri skip eru umbygt, og nøkur nýggj eru komin í flotan í býti við eldri og ótíðarhóskandi skip. Hetta er at fegnast um, og gevur vón um at høvuðsvinna okkara kann verða tann drívmegin, ið skal til, skal føroyska samfelagið mennast og gerast meira sjálvbjargið.

Í hesum døgum verður tann føroyska veiðiskipanin javnan tikin fram í fjølmiðlunum, og hálovað sum ein betri skipan enn okkara grannalond hava. Og mangt er eisini, sum bendir á, at hetta er besta skipan at nýta hjá tí føroyska samfelagnum.

Í hesum sambandi havi eg hug at nevna, at verður hugt eftir roknskapunum hjá føroyska veiðiflotanum sæst, at ein nýggjur roknskaparpostur nú sæst í ognunum, og tað er ”goodwill”. Hetta merkir, at fiskiloyvini nú í fleiri førum verða ognarførd – aktiverað – . Hóast hesi tøl ikki eru so stór enn, eigur eitt vakið eygað at verða hildið við hesum, tá hetta eru júst teir trupulleikar nógv íslendsk og norsk reiðaravirki í dag hava at dragast við. Virðini í feløgunum eru har ”pumpaði” upp við ognarføring av veiðuloyvum, og hetta førir við sær, at avskrivingarnar gerast munandi hægri. Tá so fiskiskapurin ella fiskaprísurin svíkur, minkar hetta virði við eitt vekk, og er í ringasta føri virðisleyst. Taka vit eitt nú eitt rækjuloyvi, sum í grannalondunum lágt sett er aktiverað fyri 10 mió. Hvussu nógv er eitt slíkt loyvi vert í dag, tá rækjuvinna als ikki ber seg orskað av vánaligum prísi. Hetta førir við sær, at á pappírinum væl konsoliderað feløg, kunnu gerast meira ella minni insolvent, tá tey brádliga verða noydd at niðurskriva hesi ognarførdu veiðuloyvini.

Tað er at vóna, at føroyingar ikki fáa hesa íslendsku sjúkuna, men heldur byggja á varsemi og sum tekur støði í, at sveiggini kunnu vera ógvuslig í fiskivinnuni.

Fiskivinnan hevur alt at tíða fyri Føroyar, og um gjørligt hevur fiskivinnan enn meira at tíða í virkisøki sparikassans, enn nakra aðrastaðni í landinum.

Vit fegnast tí um, at fiskivinnan bæði á sjógvi og landi hevur konsoliderað seg enn betur. Hetta gevur betri trygd fyri arbeiðsplássunum, og eina meira javnari gongd í lokalbúskapinum í virkisøki okkara.

Roknskapurin

Og tað er hetta, sum eg júst havi gjøgnumgingið, ið vit skulu hava í huga, tá hugt verður eftir roknskapi sparikassans fyri 2002.

Úrslit sparikassans í fjør var 27,2 mió.kr. áðrenn skatt móti 24,1 mió.kr. í 2001. Hetta svarar til ein vøkstur í úrslitinum uppá 12,6 %.

Verður hugt eftir gongdini seinastu 5 árini, sæst við at hyggja á síðu 11 í roknskapinum, at sparikassin er nógv broyttur hesi árini, og at talan er um eina munandi framgongd á nógvum økjum.

Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar eru í hesum 5 ára tíðarskeiði øktar við 47 %. Í hesum sama tíðarskeiði eru rakstrarútreiðslurnar øktar við 34 %, og er tað fyrst og fremst her, frágreiðingin til bøttu úrslitini skal heintast, at tað hevur eydnast sparikassanum at fingið inntøkurnar at økjast skjótari enn útreiðslurnar. Og tað viðførir at endaliga ársúrslitið nú er 71 % betri enn tað var fyri 5 árum síðani.

Tann gløggi roknskaparlesarin sær tó beinanvegin, at vøksturin í útreiðslunum hevur verið størri í fjør enn undanfarin ár. Hetta hevur partvís sína frágreiðing í, at vit nú hildu at tørvur var á at fara undir at seta bygningar sparikassans í betur stand. Tað er eingin loyna, at hetta hevur ligið á láni í fleiri ár, og var tað fyrsta loftið á høvuðsskrivstovuni vit fóru í holt við, og hóast tað ikki er heilt liðugt enn, haldi eg at vit øll kunnu staðfesta, at hetta fer at geva góðar arbeiðsumstøður hjá starvsfólkinum.

Nevndin metir eisini, at høvuðsskrivstova sparikassans er av slíkum slag, at bygningurin altíð skal verða væl hildin og tíðarhóskandi, sum tað sømir seg ein slíkum bygningi, ið má metast millum merkisbygningarnar í býnum. Ætlanin er tí at høvuðsumvæla alla høvuðsskrivstovuna, áðrenn farið verður undir at víðka meira um við nýbygging.

Verður hugt eftir fíggjarstøðu sparikassans, síggja vit at útlánið er vaksið meir enn innlánið í 2002. Meðan innlánið øktist við 5 % øktist útlánið við 14 %. Hetta er eitt tekin um, at lánihugurin er størri enn uppsparingar-hugurin. Metlága rentustøði í dag ger, at lánihugurin gerst størri, hetta økir síðan um eftirspurningin eftir tænastum, og er soleiðis við til at halda hjólini í gongd. Tó vit vita, at slík gongd ikki kann varða í fleiri ár.
Á uppsparingarsíðuni ger tað seg galdandi, at rentan á innláni er so lág, at mong velja at gera íløgur í aðrar ognir, heldur enn at hava peningin standandi á bók. Tó havast skal í huga, at prísvøksturin í Føroyum seinasta ár lá undir 2 %, so innlán á 12 mðr. bók hevur hóast rentan er lág varveitt sítt realvirði. Hetta kundi ein ikki siga fyri gott 20 árum síðani, tá inflatiónin aloftast var nógv størri enn innlánsrentan, og talan tá var um eina negativa realarentu.

Eg vil ikki her gera meira burturúr sjálvum roknskapartølunum, tá stjórin kemur at leggja sjálvan roknskapin fram, men bert staðfesta, at sparikassin í fjør rentaði sína eginogn við 12,7 % áðrenn skatt, og er hetta besta rentingin av eginognini eitt einstakt ár síðan 1995.

Nevndin væl nøgd við hetta úrslit, ið mált uppá renting av eginogn, kanska er besta av sínum slag í Føroyum fyri 2002.

Rentubroytingar
Sum áður nevnt er rentan í dag metlág. Eftir nógvu rentubroytingarnar í 2001 – eftir 11. september –  kom bert ein rentulækking í desember 2002.
Lægsta sethúsarenta sparikassans er nú 4,625 %, meðan innlánsrentan uppá uppsøgn er gott og væl 2 %.

Nú hóttanir eru um kríggj ímóti Irak, samstundis sum altjóða búskapirnir meira ella minni standa í stað, eru tekin um at renturnar fara at lækka enn meira, heldur enn at rentuhækkingar koma í bræði.

Vit skulu tí bert vóna, at vit ikki ganga eini búskaparligari afturgongd í møti, men kann tað langt frá útilokast, at so er.

Ein samanbering at rentustigunum hjá teimum føroysku peningastovnunum vísir, at Norðoya Sparikassi er fult kappingarførur við hinar peninga-stovarnar á øllum økjum.

Verður hugt eftir kostnaðargjøldunum sæst somuleiðis at Norðoya Sparikassi í nógvum førum tekur lægri kostnað fyri tænastur, enn hinir peningastovnarnir gera. Tað er positivt og gott, at sparikassin kann nýta part av bøtta rakstrinum til at betra um kappingarføri, og royna at vinna sær ein størri marknaðarlut.

Rentumarginalur

Tá peningastovnar hava stór yvirskot verður oftani tikið til, at tað er nokk tí teir hava økt um rentumarginalin, og at tað harvið gongur útyvir lánarin ella innnlánarin, men so er ikki altíð.

Í veruleikanum er tað so, at rentumarginalur sparikassans er minkaður bæði í 2001 og 2002. Um sæð verður burtur frá stovningarprovisjónum og øðrum provisjónum, er rentumarginalurin minkaður við 0,2 %, frá 4,5 % til 4,3 % hesi bæði seinastu árini. Hetta ljóðar kanska ikki av so nógvum, men kann nevnast, at um vit høvdu havt sama rentumarginal í 2001 og 2002 sum í 2000, vildi netto rentuinntøkan hesi bæði árini verið 2,5 mió.kr. hægri enn hon var.

Nú rentan er so lág, kennir sparikassin at stórt trýst er á bæði innlánsrentuni og útlánsrentuni. Vit vænta tí, at rentumarginalurin kemur at lækka enn meira í ár.

Standmyndin av Kjølbro
Sum eg nevndi í formansfrágreiðingini seinasta ár, var eitt mál sum hevði nývt okkum ikki sørt seinastu 2 árini, at standmyndin av J.F. Kjølbro, sála, ið sparikassin lat Klaksvíkar kommunu á 80 ára stovningardegi sparikassans 19. september 1999, ikki var sett upp.

Tað var tí ein hátíðardagur, tá standmyndin var avdúkað 26. mai í fjør, í góðum veðri har nógv fólk var samankomið. Vit halda at standmyndin er eitt príði fyri Klaksvíkar bý.

Íverksetarar

Sum lokalur peningastovnur er tað eisini sparikassans uppgáva, at royna at verða við í, tá nýggj virki verða sett á stovn. Tað má sigast, at vit øll somul eru bundin av, at tað finnast persónar í okkara lokalsamfelagi, ið hava dirvi og hegni at fara undir nýskapandi virksemi.

Vit kunnu tó staðfesta, at vit seinasta ár onga slíka umsókn um fígging fingu frá nýggjum íverksetarum, ið ætlaðu sær undir nýtt virksemi. Tað er at vóna, at hetta ikki er eitt tekin um, at íverksetarahugurin hjá yngra ættarliðinum er minkandi.

Vit kunnu seta á stovn nokk so nógvar grunnar, íleggingarfeløg, ráð og stovur, ið skulu veita íverksetarum fígging, stuðul, ráð og vegleiðing, men tað nyttar lítið, um vit ikki hava tey røttu hugskotini løgd fram av røttu persónunum, ið hava neyðugu drívmegina og tann hugburð, ið skal til fyri at gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.
Slíkir persónar koma vanliga í gongd óansæð um slíkir grunnar, íleggingarfeløg, ráð og stovur eru har ella ikki, tí teir hava drívmegina og neyðuga áltið frá sínum samstarvspartnarum.

Framtíð sparikassans
Krøv til peningastovnar í dag eru, at teir hava gjørt sær greitt hvat og hvønn teir ynskja at læna pening út til. Hetta verður kallað kreditpolitikkur. Eg var inni á júst hesum seinasta aðalfund, og at nevndin skuldi orða ein slíkan kreditpolitik fyri Norðoya Sparikassa.

Hetta er gjørt fyri knøppum ári síðani, og eru okkara royndir hiðartil, at hesin er ein góð hjálp og vegleiðing, tá lánifyrispurningar verða viðgjørdir, tað verði seg í nevndini, av stjórnini, ella av teimum einstøku starvs-fólkunum í sparikassanum.

Her skal verða lagt afturat, at nevndin í dag tekur støðu til knappliga 5 % av øllum lánifyrispurningum, ið koma til sparikassan, meðan stjórn og starvsfólk taka støðu til restina. Tað er tí av stórum týdningi, at nevndin hevur gjørt og stungið út í kortið greiðar rætningslinjur um, til hvønn, hvussu, og undir hvørjum treytum lán kunnu játtast. Vit hava tí nú eina góða fyriskipan av, hvussu lán kunnu játtast, og sum tryggjar somu saksviðgerð í líknandi málum.

Í samband við henda kreditpolitik kann takast fram, at yvirskipaða kravið fyri allari kredittveiting hjá sparikassanum er, at kundin bæði hevur evni og vilja til at halda sínar skyldur mótvegis sparikassanum.

Tað kemur tíverri fyri, at kundar hava evnini til at gjalda lán aftur, men orsakað av tørvandi vilja, kemur stígur í. Tann einstaki kundaráðgevin skal í hvørjum einstøkum føri tryggja sær, at viljin eisini er til staðar at halda gjørdar avtalur. Somuleiðis kemur tað fyri, at kundar hava viljan at gjalda eitt lán aftur, men at evnini ikki eru til tess. Tað er tá uppgáva kundaráðgevans, at rokna út og duga at vísa á, at ein meirlántøka ger tað, at hóast viljin er til tess, so viðførir ein lánhækking, at kundin ikki megnar at halda sínar skyldur av tí at inntøkan ikki er nøktandi í mun til útreiðslurnar.

Vit halda, at besta og eitt gott langsigtað kundasamskifti best fæst við, at bæði sparikassin og kundin siga sína hugsan um, undir hvørjum fyritreytum avgerðin verður tikin, og hví. Soleiðis kann byggjast upp eitt álitisforhold, ið eisini tolir, at vit onkuntíð kunnu síggja ymiskt uppá eitt mál, uttan at hetta skaðar samstarvið, tí fyri sparikassan er tað galdandi, at tað sum er best fyri kundan, er eisini best fyri sparikassan.

Tað týdningarmesta er tó, at vit við hesum kreditpolitikki kunnu tryggja okkum eina skjóta og samskipaða viðgerð av øllum kredittuppgávum. Hetta ger, at støða kann takast til 95 % av lánimálunum sama dag, ella innanfyri 1-2 dagar, sum má roknast sum vanlig avgreiðslutíð. Afturat hesum kemur, at støða verður tikin av tí starvsfólki, ið kundin kennur og hevur sítt dagliga samskifti við.

Nevndin leggur áherslu á, at sparikassin kann  virka bæði væl, skjótt og trygt. Tað halda vit at hann ger í dag, og meta vit hetta at vera ein avgjørdan kappingarfyrimun.

Eftir at tað í nærum 10 ár bert er hendinga nýtt sethús bygt, í hvussu so er um vit hava undanfarin tíggjuára skeið í huga, er nú meira gongd komin á sethúsabyggingina aftur. Klaksvíkar kommuna gjørdi í fjør eina nýggja útstykking, har seld vóru 21 grundstykki. Hetta er fyrsta útstykking hjá kommununi síðan 1991, og kom hon í tøkum tíma.

Meðan byggingin í Tórshavn seinastu árini hevur verið sera stór, onkur metir at kanska eini 3-400 nýggj sethús eru bygd seinastu 5 árini, hevur bygging kring landið verið meira sporadisk, og í nógv nógv minni mátistokki, eisini tá sæð verður í mun til fólkatalið.

Hetta hevur so eisini gjørt, at Havnin er vaksin nógv meiri síðani kreppuna enn restin av Føroyum. Spurningurin er so um hetta er ein gongd, ið er skipað av at fólk ynskja at búgva á stórplássum, ella nakað er at gera við hetta, við at skapa betri livilíkindi kring landið.

Standa vit bert og hyggja eftir, so er eingin ivi um, at Havnin, tá eitt ættarlið er lagt afturat, stendur fyri størra helminginum av Føroya fólki. Ikki tí, hetta nýtist ikki at vera av tí ringa, men vit halda tó, at føroyska samfelagið mennist enn meir, um tað eydnast at skapa ein meira javnan vøkstur um alt landið.

Hetta merkir at avgerðir onkuntíð mega takast, ið taka útjaðaran framum høvuðsstaðin. Her hugsa vit serliga um tann veruleika, at stórur partur av okkara fólki, ið hevur verið uttanlanda og tikið eina førleikagevandi útbúgving, endar í Havnini. Her fæst sjón fyri søgn við bert at hyggja eftir, hvaðar fólk sum flyta heima aftur til Føroyar enda. Her endar stórsti parturin í Tórshavn, tí har verða stórt sæð øll tey nýggju almennu arbeiðsplássini løgd.

Um landsins myndugleikar ikki taka hetta í álvara, og syrgja fyri at spjaða almennu arbeiðsplássini, soleiðis at nógv fleiri almenn arbeiðspláss verða løgd kring landið, so verður torført hjá at klára seg í framtíðar kappingini við Havnina.

Privatar fyritøkur kunnu eisini gera sítt, við at decentralisera síni virki, og leggja meir virksemi út á deildir sínar. Taka vit eitt nú Norðoya Sparikassa sum dømi, er eingin ivi um, at um sparikassin bert var ein deild av einum peningastovni, við høvuðssæti í Havn, so høvdu tað arbeitt eini 10 fólk minni í sparikassanum, fólk við royndum og góðari útbúgving. Hesi 10 størvini høvdu síðan verið í Havnini í staðin, og man tað ikki vera so, at hetta økið so eisini hevði verið hesar 10 familjurnar færri?

Fólkatalið í sparikassans virkisøki er seinasta ár økt við 92. Hetta svarar til 1,36 %, og er tað minni enn samlaði vøksturin fyri Føroyar sum var 1,5 %. Sermerkt við hesum tølum er, at av teimum 92 eru 36 komin afturat í Leirvík, meðan bert 21 eru komin afturat í Klaksvík.

Tað sum er sermerkt fyri Leirvík er, at har fæst fatur í grundøki beinanvegin, ynskir ein tað. Kostnaðurin er kr. 150.000,- lægri enn í Klaksvík, og stórur vøkstur hevur verið í arbeiðsplássum innan fiskivinnuna bæði á sjógvi og landi. Hjá sparikassanum sæst hetta aftur í at nærum eins nógv byggilán eru veitt í Leirvík seinastu árini, sum í øllum Norðoyggjum tilsamans.
Arbeiðsloysi í Føroyum minkaði í fjør við 1 %, og er tað nú 2,6 % av samlaðu arbeiðsstyrkini. Hetta svarar til 650 fólk, herav 400 kvinnur og 250 menn. Fyri Norðoyggjar er talið lægri, her er arbeiðsloysi 1,4 %. Tað er okkara fatan, at tað arbeiðsloysi, sum er í dag, lutvíst krógvar aðrar samfelagsligar trupulleikar.

Eitt nú hoyrir ein um foreldur – tað vil siga mammur – sum ikki kunnu fara til arbeiðis ,tí tey ikki fáa ansingarpláss til børn síni. Eisini eru tað nøkur, sum ikki fáa eldri óhjálpin á eldraheim, og tí eru heima og taka sær av teimum, og at enda eru fleiri sosialt veik, sum vit sum samfelag krógva undir arbeiðsloysisskipanini. Nú arbeiðsloysis er so lágt, áttu vit so ikki at tikið eitt tak at fingið tað burtur, so Føroyar gjørdist eitt land, sum hevði arbeiði til allar hendur. Vit frætta dagliga frá fleiri av okkara kundum um, at teir kundu framleitt meiri, um tøk arbeiðsmegi var, men at frá arbeiðs-loysisskipanini fæst einki fólk.

Tað merkist eisini at kapping er um at fáa arbeiðsmegi. Lønirnar gerast hægri, og fyritøkur gera nógv fyri at bøta um arbeiðsumstøðurnar hjá fólki, til tess betur at kunna varðveita starvsfólkið hjá sær. Hetta er ikki nøkur ring gongd, um hon verður nýtt rætt, tí størri nøgdsemi er millum starvsfólkið, tess betur klárar tað einstaka virkið seg, hetta hava kanningar í øðrum londum víst á.

Nú eru tað liðin 4 ár síðani tit vóru vald sum umboð at møta á umboðsráðsfundi í sparikassanum, og vil eg vegna nevndina og stjórn takka tykkum fyri, at tit hava møtt so væl, altíð havt áhuga, og komið við positivum viðmerkingum á fundunum, antin tað var okkurt gott, sum tit vildu rósa, ella tað var okkurt, tit hildu sparikassin kundi gjørt betur.
Eg síggi at onkur tykkara hevur valt ikki at stilla uppaftur til valið hesaferð, og vil eg takka tykkum fyri tað arbeiði, sum tit hava gjørt vegna sparikassan.

Eg havi hoyrt onkran uttanfyri standandi sagt, at umboðsráðið hevur so lítið at siga, tað skal bara sita og nikka og góðtaka tað sum fram kemur. Hetta halda vit ikki verða rætt, og hevur ein, um ein hevur slíka hugsan, ikki rættuliga fatað álvaran í starvi sínum, tí umboðsráðið er hægsta vald sparikassans, og hevur eina rættuliga avgerandi og grundleggjandi eftirlitsskyldu við nevnd og virksemi sparikassans.

Vit hava altíð havt stóra viðring fyri teirri skipan, sum sparikassin frá fyrsta sinni valdi at skipa seg eftir, við ábyrgdarum, og halda vit framvegis at hetta er rætti hátturin at nýta hjá okkum. Tá starvsfólk, stjórn og nevnd ger eitt gott arbeiði, so er eftirlitsuppáva umboðsráðsins løtt, men tað er í trongum tíðum, ella tá okkurt skeivt verður framt, at umboðsráðið skal kenna sína vitjunartíð, tá kann umboðsráðið tala at, ella seta nevndina frá. Og vit skulu minnast til, at tað er ímillum tykkum umboðsráðslimir at framtíðar sparikassin verður myndaður, tá nýggj fólk verða vald í nevnd sparikassans.

Sparikassin roynir at vera opin um sínar avgerðir og ætlanir, hóast hann fæst við eitt virksemi, ið krevur fult navnloysi og stranga tagnarskyldu. Hetta sæst í roknskapinum, ið inniheldur nógvar upplýsingar av ymiskum slagi, bæði tøl og frágreiðingar. Roknskapurin verður sendur til øll húsarhald í virkisøki sparikassans, og ger hetta at øll hava møguleika at kunna seg um støðu sparikassans. Hetta er somuleiðis ein háttur fyri eftirlit.
Harumframt eru myndugleikar, ið hava eftirlit við sparikassanum, tað verði seg umboðsráðsvaldu grannskoðararnir, danski Tjóbankin, danska Fíggjareftirlitið, Toll- og Skattstovan, og onnur, sum samskifta við sparikassan. Eg hugsi, at júst hetta, at sparikassin bæði er noyddur – og fegin vil – verða opin, ger at sparikassin klárar seg so væl.

Sum flestu tykkara óivað hava givið gætur, so er ein nýggjur ognarpostur komin at standi í roknskapi sparikassans. Hetta er ogn í assosieraðum fyritøkum. Hetta fína orðið assosierað fevnir um, at sparikassin eigur í slíkari fyritøku, men hevur ikki avgerandi ávirkan.

Verður hugt í noturnar til roknskapin sæst, at sparikassin eigur 50 % av partapeninginum í sp/f Niels Finsensgøta 7. Eitt slíkt partafelagsnavn fornoktar seg ikki, og sum navnið sigur, er talan um eitt felag, ið er skrásett í Havn. Hetta felag eigur og rekur húsaognina sum stendur á Niels Finsensgøta 7. Ognin er í 5 hæddum, og verður hon leigað út til m.a. Suðuroyar Sparikassa, Tórshavnar kommunu (Býarbókasavnið) og einstakar handlar.

Vit ivast ikki í, at hetta av summum vil verða fatað sum tað, at sparikassin nú ætlar at seta á stovn deild í Havnini. Tað verður jú av fjølmiðlafólki javnan spurt, nær sparikassin ætlar sær til Havnar. Hesin spurningur var so seint sum fyri 14 døgum síðani settur stjóranum, tá útvarpið tosaði við hann um roknskap sparikassans.

Og sum stjórin segði, so var tað als ikki vist, at vit velja at fara til Havnar sum tað fyrsta staðið, um sparikassin skuldi valt at sett á stovn nýggja deild. Dagsins samfelag er í dag soleiðis innrættað, at við øllum teimum hentleikum sum vit hava, er tað ikki so avgerandi longur, um ein deild er innanfyri ein avstand uppá 5 minuttir, hálvan tíma ella ein tíma. Tað er jú gjørligt at náa peningaastovnin á so mangan annan hátt, umframt at ein kann avgreiða nógv av málunum sjálvur við skipanum sum kort, telefon- og aðrar heimaskipanir.

Tað er júst hetta, sum eisini hevur gjørt at sparikassin hevur nátt betri úrslit. At vit hava megnað at givið eina góða tænastu til fleiri kundar, eisini mangar, ið búgva uttanfyri okkara nátúrliga virkisøki, har vit hava deildir, og hetta uttan at hava økt um starvsfólkatalið.

Nei, orsøkin til at sparikassin hevur gjørt hesa íløgu í eitt felag, sum eigur ein bygning í Havn eru tvinnanda.

Fyri tað fyrsta er hetta gjørt sum ein íløga í partabrøv. Tit minnast, og hetta er eisini skrivað í ársfrágreiðingina seinastu árini, at sparikassin hevði ætlanir um at seta nakað av peningi í partabrøv, men tíðin hevur ikki rættuliga verið til hetta. Altjóða partabrøv eru lækkað munandi hesi seinastu gott 2 árini, soleiðis at 100 kr. í partabrøvum í ár 2000, í dag bert eru kr. 50 verd um væl vil til, og lítið og einki verd, um ein hevur verið so óheppin, at gera íløgur í tey skeivu partabrøvini. Vit kunnu tí staðfesta, at vit hava verið heppin við at bíða, og einki gera á hesum øki. Tó vit hildu, at hví skulu vit bert gera íløgur í útlendsk partabrøv, ið vit einki kenna til frammanundan, hví ikki keypa føroysk partabrøv, ið kunnu geva eitt rímuligt ognaravkast. Og sparikassin hevur sera lítið bundið í bygningar frammanundan, so tá hesin íløgumøguleiki vísti seg, hildu vit at hetta var ein góð íløga at gera, serliga tá hugsað verður um, at hesin bygningur liggur væl fyri í Havnini, peningastovnur er har frammanundan, so var hetta eitt gott høvi at tryggja sær, at sparikassin hevur møguleikar fyri innivist, skuldi tað hent at nevndin tók hesa støðu, at stovna eina deild í Tórshavn.

Viðmerkjast skal tó, at nevndin ikki hevur tikið eina slíka støðu, og at Suðuroyar Sparikassi, sum í løtuni leigar frá hesum felagi, hevur langtíðar leigusáttmála.

Avbjóðingar
Tað er einki at ivast í, at nógvar avbjóðingar standa fyri framman hjá sparikassanum.

Vit halda, at meginuppgáva sparikassans komandi árini er, at vit megna at útvikla, útnytta og úttrykkja tey sereyðkenni sum Sparikassin hevur yvir fyri umheiminum. Við teimum sterku eginleikum sum sparikassin inniheldur, trúgva vit, at sparikassin kann gerast enn betri og sterkari, og kann vera noroyinga álit og stoltleiki.

Eitt av sereyðkennum sparikassans er tann afturvendandi ábyrgdara-fundurin, ið verður hildin annaðhvørt ár. Undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi, og er tað okkara fatan, at hesin háttur, at kunna um sparikassan á ein meira lættari hátt, dámar viðskiftafólkunum væl. Og týdningurin av hesum fundum má ikki undirmetast, vit hava við hetta høvi til á ein heilt annan hátt, og undir heilt øðrum umstøðum, at fáa boðskap sparikassans út, og harvið náa kjarnukundum okkara á ein heilt annan hátt.

Skráin til fundin er send út í gjár, ið liggur hon eisini frammi her í dag. Óneyðugt er væl at siga, at vit vænta metluttøku hesaferð, serliga tí, at tað hevur eydnast at fáa ein so góðan og kendan undirhaldara við til tiltakið.
Við tí úrsliti, sum sparikassin í fjør kann vísa, kunnu vit valla síggja annað enn eina ljósa framtíð fyri okkara sparikassa. Sparikassin stendur í dag meira sjónligur í samfelagnum, og sum eitt verdugt alternativ til teir báðar stóru peningastovnarnar í Havn. Vit síggja tað sum ein fyrimun fyri Føroya land, at tað eisini framyvir verða peningastovnar, ið verða stýrdir aðrastaðni frá, enn frá høvuðsstaðnum.

Norðoya Sparikassi hevur enn einaferð lagt eitt framúr gott ár aftur um seg. Ja tað besta í søgu sparikassans. Her hugsi eg ikki bara um úrslitið, men eisini tann aktivitet og tað framfýsni, ið tit sum mynda sparikassans úteftir hava víst.

Afturat hesum kemur tann stóri uppbakningurin sum Norðoya Sparikassi fær frá lokalsamfelagnum. Tí trúgva kundaskara, sum so trúliga stendur saman og tískil eisini er við til at gera tað møguligt at náa hesum frálíka úrsliti.

At enda vil eg vegna nevndina takka leiðslu og starvsfólki sparikassans fyri sera samstarv, og fyri eitt framúr gott úrslit í fjør. Hetta er nakað, ið vit øll gleðast yvir og kunnu verða stolt av. Hetta kemur ikki av ongum. Aftanfyri liggur eitt miðvíst dygdararbeiði, sum leiðsla og hvørt einstakt starvsfólk hevur lagt fyri dagin.

Takk fyri og framvegis góðan fund.