Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi møguliga til Sandavágs

John William Joensen

Stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinnur Reyðberg, sigur at teir viðgera positivt áheitanar úr Vágunum um at lata upp deild í Sandavági.

Stjórin í Norðoya Sparikassa váttar at teir hava fingið fleiri áheitanir um at lata upp deild í Sandavági.
– Vit fara at viðgera máli á nevndarfundi, men eg kann siga somikið at vit eru sera positivir yvir fyri áheitanunum úr vágunum, sum ikki eru so fáar.
Spurgdur um hví hann metir tað vera áhugavert at fara til eitt økið har tveir peningastovnar hava verið og báðir eru rýmdir, svarar sparikassastjórin at Norðoya Sparikassi arbeiðir á annan hátt enn teir stóru peningastovnarnir.
– Vit hyggja vit øðrum eygum enn teir stóru og hugsað fyrst og fremst lokalt.
– Vit laga okkum eftir økinum, sum vit virka í og seta krøv, sum hóskað til umhvørvið.
– Kunnu vit finna eina loysn, sum hóskar til Vágarnar, so er eingin ivi um at vit fara at síggja eina deild í Vágunum.
 
Mugu fáa lokala undirtøku.
Eyðfinnur Reyðberg  undirstrikaði at um teir lótu upp deild í vágunum, so var neyðugt at teir fingu ein trivaligan part av lokala marknaðinum.
– Í prosentum skal tað ikki verða niðanfyri 40% av samlaða penigamarknaðinum í økinum.
Sum sagt so skal málið fyrst viðgerast á nevndarfundi áðrenn arbeitt verður víðari.