Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi nýggjur høvuðsstuðul hjá Treysti

Oliver Joensen

Týsdagin 12. januar skrivaðu Norðoya Sparikassi og Treysti undir stuðulsavtalu. Við hesi avtalu er Norðoya Sparikassi nýggjur høvuðsstuðul hjá Ítróttarfelagnum Treysti komandi trý árini í 2016, 2017 og 2018.

Treysti er eitt felag fyri frælsan ítrótt, har størsti parturin eru rennarar. Í felagnum eru umleið 300 limir í øllum aldri. Treysti er eitt sera virkið felag og er við til at betra um bæði heilsu og samanhald í nærumhvørvinum. Hesum arbeiðinum vil sparikassin fegin stuðla.

Vit í Norðoya Sparikassa fegnast um hesa avtaluna, sum er við til at gera Norðoya Sparikassa sjónligari í nærumhvørvinum eins og runt um í landinum.

Avtalan inniber, at FM í hálvmarathon broytir navn til NS hálvmarathon og fer at hava start og mál við høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa. FM í hálvmarathon verður hildið í mai og er størsta einstaka tiltakið hjá Treysti. Eisini verður onnur árlig kapping fyriskipað.

Í Treysti eru tey eisini sera fegin um avtaluna, sum m.a. inniber, at felagið kann halda fram við at mennast og betra karmarnar hjá limunum. Limaskarin er fjølbroyttur og hevur ymiskan tørv, og leggur Treysti dent á, at øll hava møguleika at íðka í felagnum.

Treysti leggur eisini stóran dent á at menna ungar íðkarar og vil framhaldandi geva teimum so góðar umstøður, sum til ber, bæði til venjingar og kappingar her heima og uttanlands.