Seinnapartin í dag skrivaðu Norðoya Sparikassi og ÍF undir eina stuðulsavtalu í deildini hjá Sparikassanum í Fuglafirði.
Umleið 30 fólk vóru til staðar, tá avtalan varð undirskrivað. Teirra millum vóru umboð fyri nevnd og spælarar hjá ÍF og eisini aðrir stuðlar hjá felagnum.
Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, og Leif André Eliasen, formaður í ÍF, skrivaðu undir avtaluna. Teir eru báðir væl nøgdir við tað, sum er komið niður á pappírið.
Tvey endamál
“Vit royna at stuðla í økinum har Norðoya Sparikassi virkar, tí tá kundarnir stuðla okkum, so stuðla vit eisini teimum,” sigur Marner Mortensen.
Spurdur um, hvat Norðoya Sparikassi fær burturúr eini slíkari avtalu sigur hann, at tað eru tvey endamál við avtaluni:
“Fyri tað fyrsta fáa vit eitt tættari samband við lokaløkið og fáa bygt upp nakrar relatiónir, og í øðrum lagi fáa vit reklamu,” sigur hann.
“Vit royna at stuðla, har vit eru, fyri at bera nakað aftur til samfelagið,” sigur hann.
Einasti peningastovnur í Fuglafirði
Formaðurin í ÍF, Leif André Eliasen, sigur at avtalan hevur nógv at siga fyri felagið.
“Tað hevur nógv at siga, at lokala vinnulívið stuðlar felagnum. Norðoya Sparikassi er frammanundan stuðul hjá ÍF-flogbólti, og nú fær fótbólturin eisini gagn av samstarvinum við okkara einasta lokala peningastovnin,” sigur hann.
Í dag eru trý ár síðani deildin hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði lat upp.




