Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi og Summar Festivalurin gera langtíðaravtalu

John William Joensen

Summar Festivalurin og Norðoya Sparikassi hava gjørt slóðbrótandi samstarvsavtalu, sum skal varða minst 10 ár fram í tíðina

Tá ið fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í 2004, var Norðoya Sparikassi ein av fyrstu stuðlunum, sum trúði upp á nýggja festivalhugskotið og vildi samstarva við festivalin. Øll árini síðani hevur Norðoya Sparikassi verið høvuðsstuðul hjá Summar Festivalinum, og nú hava partarnir gjørt eina slóðabrótandi avtalu um samstarv. 

Nýggja avtalan er ikki avmarkað við áramáli, men lagt verður upp til at avtalan skal halda fram ár eftir ár, og partarnir hyggja minst 10 ár fram í tíðina. 

– Summar Festivalurin er stórt og týðandi tiltak fyri Føroyar og lokaløkið í Norðoyggjum, og vit vilja fegin halda fram við okkara góða samstarvi við festivalin. Við nýggju samstarvsavtaluni verður Norðoya Sparikassi við til at tryggja høvuðsnøvn úr útlandinum, vit stuðla føroyskum tónleikalívi, og vit vilja framhaldandi menna eitt gott tilboð til børnini, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. 

– Vit hava øll árini lagt dent á, at Summar Festivalurin skal hvíla á einum tryggum fíggjarligum grundarlagi, tí tað er einki gott hugskot at samstarva við ein festival, sum fær fíggjarligar trupulleikar. Hetta hevur eydnast væl, og tí vilja vit halda fram við samstarvinum, sigur hann. 

Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum, fegnast um avtaluna við Norðoya Sparikassa. 

– Tað hevur alstóran týdning fyri Summar Festivalin, at vit frameftir hava eitt gott og trygt samstarv við Norðoya Sparikassa, ið er ein gamal stovnur, sum føroyingar hava stórt álit á. Tað liggja spennandi avbjóðingar fyri framman, og vit gerast sterkari av at standa saman, sigur hann. 

– Í dag verður meira og meira tosað um íverksetan og upplivingarbúskap. 

Og hetta at gera tey góðu hugskotini til veruleika krevur fíggjarligt innlit og trúvirði. Vit vilja verða við til at menna okkara lokaløki og skapa eina góða festivalmentan í Føroyum. Er Norðoya Sparikassi skansin, so kann Summar Festivalurin vera kanónirnar. Tá kunnu vit bæði verja borg og taka land, sigur Steintór Rasmussen.