Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi við slóðbrótandi konsepti

John William Joensen

Hósdagin 19. juni letur Norðoya Sparikassi upp við spildurnýggjum konsepti á deildini í Miðlon í Tórshavn.

Vanligt hevur verið, at kundin, sum kemur inn í ein peningastovn, fyrst rennur seg í kassar og bíðirøðir, men hetta verður søga á deildini hjá Norðoya Sparikassa í Havn – og seinni á hinum deildunum kring landið. Ístaðin myndar ein hugnalig café deildina hjá Norðoya Sparikassa í Havn, og fólk skulu kenna seg vælkomin og heima á SparCafé, har førleiki, góð tænasta og jaligar upplivingar ganga hond í hond.

Tíðin krevur, at vit støðugt betra okkum á øllum økjum, og tí hevur Norðoya Sparikassi ment nýggja konseptið, har tað at støkka inn á gólvið í Norðoya Sparikassa gerst ein øðrvísi og góð uppliving við høgum tænastustøði og góðari ráðgeving.

Á SparCafé í Miðlon ber til at fáa sær ein góðan kaffimunn og eitt gott prát, og hevur tú ørindi í Norðoya Sparikassa, ber til at avgreiða tey undir óformellum umstøðum. Eisini verður ein serlig Business Lounge til vinnukundarnar.

Tað skal altíð vera ein góð uppliving at koma inn i Norðoya Sparikassa – eisini um tú ikki hevur beinleiðis ørindi – og nýggja SparCafé skal vísa hetta í verki.

SparCafé hjá Norðoya Sparikassi tekur fetið fram í tíðina!