Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðoya Sparikassi víðkar

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í kvøld vóru hópin av vøkrum reyðum bilum, útleggjarum og trumlum hjá Kreton í fer við at asfaltera eitt grannaøki hjá Norðoya Sparikassi, sum við hesum víðkar um parkeringøkið við 300 fermetrum.

Sparikassin hevur yvir longri áramál keypt upp grannaognirnar, og síðani tikið tær niður fyri m.a. at víðka um parkeringsøkið.

Upprunaliga skuldi ein størri bygningur byggjast her, men varð henda byggiætlanin slept.

Í síðstu viku tóku maskinur hjá Kanjon gomlu húsini hjá Martin Sivertsen niður. Síðani varð økið grovplanerað, og í dag hava so maskinur hjá Kreton fínplanerað og asfalterað teir um 300 fermetrarnar til enn eitt snotiligt parkeringsøki.