Eirikur í Jákupsstovu, Óluva Klettskarð, Anfinn í Toft og Christian Guttorm Mathisen eru á listanum til løgtingsvalið
Í kvøld var 2. og 3. uppstillingarfundur hjá Norðoya Tjóðveldisfelag. Fundurin var hildin í Finastøðini í Klaksvík, og eini 50 fólk møttu upp. Hýrurin var góður, og nógv tóku orðið siga tey frá Norðoya Tjóðveldisfelag
Á listanum eru Eirikur í Jákupsstovu, Óluva Klettskarð, Anfinn í Toft og Christian Guttorm Mathisen. Síðst nevndi er til skips í løtuni, og kemur við á mynd seinni.
Nevndin hevur eisini møguleika at stilla eitt valevni upp afturat, um nevndin vil tað.
Vit gleða okkum til valið, siga tey í Norðoya Tjóðveldisfelag




