Karl Marius Poulsen, sum var formaður, tók ikki við afturvali og í hansara stað skipaði nevndin seg við Signy Hansen, sum formanni.
Tíðindaskriv frá Norðoya Tjóðveldisfelag
Norðoya Tjóðveldisfelag hevur í kvøld, tann 5. mars 2007, havt aðalfund. Væl av fólki var samankomið fyri at taka lut í siðiliga fundinum.
Á skránni var formansrøða, góðkenning av roknskapinum, grannskoðaraval, val av nevndarlimum, val av umboðum til Flokstingið og ymiskt.
Karl Marius Poulsen og Jancy Biskopstø stóðu fyri vali, men hvørki av teimum tók við afturvali. Í staðin fyri tey bæði vóru Jógvan Ravnsfjall og William Dam valdir.
Nevndin skipaði seg soleiðis:
Formaður: Signy Hansen (samstundis aðalstjórnarlimur)
Næstformaður: Jógvan Ravnsfjall (samstundis vara aðalstjórnarlimur)
Skrivari: Fríðrikur Sivertsen
Peningarøkil: Jóan Pauli Jacobsen
Nevndarlimur: William Dam
1. tiltakslimur er Kristian Bjarnakor og 2. tiltakslimur er Petur Klein
Heiðurin at umboða Norðoya Tjóðveldisfelag á flokstingið fingu:
Jórun Høgnesen, Hergerð Joensen, Rani Nolsøe og William Dam
Sum eykalimir vóru Karl Marius Poulsen, Fríðrik Sivertsen, Kristian Bjarnakor og Jóan Pauli Jacobsen valdir.
Sum siðvenja er, so endaði fundurin við, at Tjóðsangurin varð sungin.




