Danny & The Veetos á Tónabrúgv
Frá Leikar í lund
Teir framføra egin løg og okkurt coverlag verður eisini at hoyra.
Um Danny & The Veetos
Danny & The Veetos spæla egin løg. Sjangran er merkt av folk/pop við nøkrum elektroniskum elementum í. Tónleikurin er rættiliga lívligur og fullur av orku til allar aldursbólkar. Bólkurin er úr Klaksvík. Ljóðførini teir brúka eru góðar røddir, trummur, akustisk guitar, el guitar, bass, synth bass, synth, keys, ukulele og trompet.
Teir í manna bólkin eru:
Danny Baldursson, Símun Dam, Jóhan Nolsøe, Robert Waagstein, Páll Brim Joensen, Rúni Hentze og Leivur Vitalis.




