Ítróttur hevur altíð verið ein stórur partur av Norðoyastevnu. Frá tí eg var lítil, minnist eg, at vit fingu heiðursmerki á Norðoyastevnu til ymiskar ítróttargreinar. Kappróður hevur hartil í meira enn eitt mannaminni havt sína serliga støðu á Norðoyastevnu, tí á Norðoyastevnu verður róðrarárið skotið í gongd.
Men Norðoyastevna er eisini so nógv annað enn bert ítróttur. Her savnast vit til mong ymisk tiltøk, ið eisini savna fleiri aldursbólkar og ymiskar áhugabólkar. Tað er gott, og tað skulu vit sjálvandi halda fast við.
Í tíðindunum á døgurða fekk onkur ta fatan, at nú skuldi Norðoyastevna ikki vera Norðoyastevna meir. Nú skuldi hugsast nýtt. So er ikki! At seta serligt fokus á tann partin, sum hevur við ítrótt at gera, er ein náttúrlig gongd, eisini tá hugt verður eftir, hvussu Norðoyastevnan hevur verið hildin upp gjøgnum tíðirnar.
Við nýggjum ítróttarøki, har hallir, vallir, svimjihøll og rennibeyt liggja so miðsavnað, letur hetta upp fyri møguleikum at skipa fyri áhugaverdum ítróttarspæli.
Eisini fyri børn hevur rørsla nógv at siga, og her kann áhugi fyri ítróttinum gerast størri og soleiðis eisini styrkja um førleikar barnsins.
Eisini kunnu vit fegnast um alt tað arbeiði, sum eldsálir og sjálvboðin í býnum standa á odda fyri, bæði á mentanarliga, verðsliga og andaliga økinum hvørja ferð Norðoyastevna stendur fyri framman. Tað er gull vert fyri kommununa, og tað seta vit stóran prís uppá. Tí vilja vit sjálvandi virka fyri, at júst hesin parturin framhaldandi fer at hava týðandi leiklut.
Eg síggi fram til eina spennandi Norðoyastevnu, har eg gleði meg til midnáttarsang, skrúðgongu, Norðoyastevnuteitið, TIVOLI-økið, kondibingo, framsýningar og nógv annað gott, sum hevur myndað, og framhaldandi fer at mynda Norðoyastevnuna í nógv ár framyvir.
Jógvan Skorheim
Borgarstjóri



