Seinasta Norðoyastevnan áðrenn fasta sambandið um Lorvíksfjørð verður fyriskipað í vikuskiftinum.
Í seinastuni hevur verið nógv frammi um føroysku stevnurnar, og spurnartekin hevur eisini verið sett við um tíðin ikki er farin frá stevnunum.
Her skal støða ikki takast til, um so er ella ikki, men hyggja vit kring um okkum, so vera nógvar stevnur fyriskipaðar, bæði bygda og býarstevnur og eisini stevnur, ið koma undir aðrar bólkar, tó í ávísan mun knýttar at ymsum býum og bygdum.
Verður hugt útum landoddarnar, so síggja vit eisini, at har verður skipað fyri stevnum, hóast tær ikki júst líkjast okkara summarstevnum, sum vit hava kent tær higartil.
At stevnur hava stóran sosialan týdning, um so er, at stevnurnar megna at savna fólki, man fáur ivast í og tí er spurningurin sjálvandi um vit hava verið nóg dugnaligir, tá talan hevur verið um at lagað stevnurnar til broyttu útboðini í samfelagnum.
Sum samfelagið er broytt hesu seinni árini, er tað einamest kappróðurin, ið er eyðkennið fyri tær ymsu bygda og býarstevnurnar, ímeðan meginparturin av tí sum annars fyriferðst á stevnunum eisini sæst aftur við fleiri høvi ymsastaðni.
Umtalaðu stevnurnar fáa tí størri og størri kapping tá ið um annað enn kappróður ræður og tí er helst neyðugt at bygdastevnurnar í hvussu so treingja til nýhugsan um so er at tær ikki heilt skulu detta burturímillum.
Umframt Norðoyastevnuna, fáa vit Summarfestivalin og Sjómannadagin í Norðoyggjum í ár og hetta boðar frá, at áhugi framhaldandi er, at fyriskipa stevnum og at ikki skortar uppá hugskot.
Í byrjanini varð nevnt, at hetta helst verður seinasta Norðoyastevnan undan fasta sambandinum um Lorvíksfjørð og givið er, at stórhendingin við fasta sambandinum eisini fer at ávirka Norðoyastevnuna, spurningurin er bert hvussu.
Helst verður tað so, at um vit duga nógv væl at lata Norðoyastevnuna í tíðarinnar ham, so fer tunnilin at geva stevnuni stórar møguleikar, tí fólk vilja framhaldandi fegin undirhaldast, men kappingin er hørð tí útboðið er stórt og tí krevur tað nógv av okkum og teimum sum fyriskipa Norðoyastevnuna um vit framhaldandi skulu varveita okkara "ársins fyrstu stevnu", sum Norðoyastevnan mangan hevur verið nevnd.
Í fleiri ár hevur verið nevnt í Norðlýsinum um vit ikki áttu at umhugsað at flutt Norðoyastevnuna til eitt vet seinni á árinum. Hesin spurningurin átti at verið tikin upp til næstu Norðoyastevnu saman við eini gjøgnumgongd av skránni, har vit við sjóneyku hugdu eftir skránni við tí fyri eygað, at gera eina roynd at gera Norðoyastevnuna meira lokkandi og annarleiðis uttan tó, at vit missa tað góða sum Norðoyastevnan hevur og altíð hevur havt.




