Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyastevnan í óvissu

John William Joensen

Sum skilst í skrivandi stund mikudagin kl. 16.30, so valdar framvegis óvissa um Norðoyastevnuna 2003.

NFÍ nevndin situr júst á fundi um støðuna og sum skilst á teimum, so veldst um úrslitið av samráðingunum ímorgin, sum semingsmenninir hava boðið inn til, um Norðoyastevnan verður hildin til ásettu tíðina ella um hon verður flutt til seinni í summar.
Sigast kann, at tað er ein óheppin støða, sum NFÍ er komið í.
Hóast bert fáir dagar eru til at Norðoyastevnan skal haldast, so liggur enn alt í óvissuni.
Um so er at semja ikki verður gjørd á hesum samráðingarumfarinum, kann roknast við at tiltøkini, sum partarnir á arbeiðismarknaðinum skipa fyri verða herd og hendir tað, so verður helst trupult at skipa fyri Norðoyastevnu soleiðis at feløgini, sum vanliga mynda stevnuna fáa nakað sum helst burturúr.
Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur í sambandi við Norðoyastevnuna í ár, er at flyta stevnuna til vikuskiftið beint undan Ólavsøku. Men tað er ikki bara sum at siga tað at flyta eina slíka stevnu, tí fleiri av feløgunum hava longu gjørt sínar fyrireikingar og helst verður trupult hjá kappróðrinum í summar, um so er at Norðoyastevnan verður flutt, tí róðrarfólkið skal eisini hava sína summarfrí.
Útgangsstøðið er í skrivandi stund, at Norðoyastevnan verður fyriskipað komandi vikuskiftið og í hesum sambandi kemur Norðlýsið í hvørt hús í Norðoyggjum týsdagin 27. mai. Lýsingar og tilfar annars skal tí verða okkum í hendi í seinasta lagi ídag, fríggjadagin 23. kl. 17.