Bert 4 av 28 limafeløgum í NFÍ møttu til lýsta eykaaðalfundin mikukvøldið og tí verður lýst til nýggjan fund við punktinum "møgulig avtøka av felagnum" á skránni.
Samskipanin av tiltøkunum av Norðoyastevnuni hevur nú í mong ár ligið í hondunum hjá NFÍ. 28 limafeløg eru í NFÌ, men hóast nevndin hevur lýst bæði til aðalfund og eykaaðalfund, so sýnist sum um at ikki ber til at manna nevndina og tí verður í blaðnum ídag lýst til eykaaðalfund einaferð enn og á skránni er eisini "møgulig avtøka av felagnum".
Formaðurin í NFÍ er uttanlanda í lestrarørindum og var tað eisini seinasta ár og hinir báðir limirnir í nevndini vilja sleppa frá, men higartil hevur tað ikki eydnast at manna nevndina av nýggjum.
Um so er at felagið verður avtikið er sera stórur vandi fyri at samskipanin av Norðoyastevnuni dettur niðurfyri, ella møguliga, at býráðið verður noytt til at taka sær av samskipanini.




