Í kvøld skipa Norðlýsið og Radio.fo fyri beinleiðis útvarpi í tríggjar tímar. Samrøður, skemt, føroyskur dansur og midnáttarrøða eru m.a. á skránni.
Corona gjørdi av við Norðoyastevnuna í ár, men vit leggja okkum ikki niður fyri tað. Í kvøld verður ein serlig norðoyastevnusending at hoyra á radio.fo og á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.
Byrjað verður kl. 21 og hildið verður á til midnátt, tá Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, heldur midnáttarrøðuna beinleiðis. Vit taka ymiskt úr drúgvu norðoyastevnuskránni, soleiðis at norðoyingar og føroyingar kunnu uppliva nakað av tí, sum varð sett á skrá í ár.
Samrøður verða við Karl H. Johansen, borgarstjóra og Dávur Winther, mentanarleiðara. Tosað verður eisini við Sonju Kjølbro, forkvinnu í Klaksvíkar Róðrarfelag og Magnus Norðberg, høvuðsvenjara í Klaksvíkar Róðrarfelag.
Vit fara upp á gólv við Klaksvíkar Dansifelagi, skemta okkum við Klaksvíkar Sjónleikarafelagi, umframt at vit hoyra góðar lokalar tónar.
Til ber at lurta eftir sendingini á radio.fo (FM 107,1) og á heimasíðuni hjá Norðlýsinum frá kl. 21:00 í kvøld.
Jógvan Poulsen og Jóhann Lützen verða vertir.



